Trolarar skulu sleppa at brúka tvítrol

Trolarar skulu sleppa at brúka tvítrol
Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sigur, at tvítrol fiskar nógv meira og sparir olju
Jørgen Niclasen, tingmaður, hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um tvítrol.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.11.2025 - 08:53

Vit eiga at loyva føroyskum trolarum at brúka tvítrol, heldur Jørgen Niclasen, tingmaður.

Hann hevur uppskot til samtyktar um tað.

Hann sigur, at í meira enn trý ár hevur partur av trolaraflotanum, sum fiskar undir Føroyum, trýst á fyri at fáa loyvi at brúka tvítrol. 

Jørgen Niclasen sigur, at sambært Havstovuni fiskar tvítrol millum 70 og 80 prosent meira enn lemmatrol.

Og skipini brúka 27 prosent minni olju fyri hvørt fiskað kilo av svartkalva við tvítroli enn við lemmatroli. 

Oljunýtslan á toskaveiðu á Íslandsrygginum var 16 prosent minni fyri hvørt fiskað kilo.  

Havstovan kom í apríl við frágreiðing.  

 

Einki komið úr landsstýrinum 

Í september í fjør segði táverandi landsstýrimaðurin í fiskivinnumálum við løgtingið, at tá frágreiðing frá royndini í fjør vetur var komin, var avgerð tikin.  

Frágreiðingin kom frá reiðarínum 12. februar í ár, sigur Jørgen Niclasen. 

Men enn er einki komið úr landsstýrinum.

Fyri at hava somu fiskiorku undir Føroyum er neyðugt at regulera fiskidagarnar, stendur í uppskotinum til samtyktar. 

Ein fiskidagur við tvítroli skal telja tilsvarandi meira enn ein fiskidagur við lemmatroli ella partroli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970