Eingin viðgerð til misnýtarar uttan bústað

Eingin viðgerð til misnýtarar uttan bústað
Tað kann vera ringt at fóta sær sum heimleysur misnýtari, tá fastur bústaður er eitt krav fyri at koma í viðgerð
Uttan fastan bústað ber ikki til hjá misnýtarum at koma í viðgerð
Mynd: Savnsmynd  
 
08.11.2025 - 14:02

Fastur bústaður er kravdur fyri at koma í viðgerð fyri misnýtslu av hørðum rúsevnum.

Hetta kann vera ein stórur trupulleiki, tí tað fyri heimleysar misnýtarar kann vera sera trupult at fáa fastan bústað.

Mena Joensen er misnýtsluviðgeri og veit um, hvussu trupult hendan støðan er fyri tey, sum eru rakt.

Sambært henni eiga øll at hava rættin til ein bústað. Og tað finnast loysnir, sum kunnu viðvirka til at loysa hendan trupulleikan.

Mena Joensen nevnir Housing First sum eitt dømi.

Housing First er ein máti at hjálpa heimleysum við at fáa ein fastan bústað, har tað ikki er eitt krav, at tey skulu gerast edrú, clean ella skulu í viðgerð fyrst. 

 
1775177

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210