Føroyar vunnu smálandakappingina

Føroyar vunnu smálandakappingina
Við tryggum sigri á Malta í síðstu umfari, tryggjaðu Føroyar sær sín fimta sigur í smálandakappingini í talvi
Væl hýrdir vinnarar av smálandakappingini í talvi
Mynd: Talvsamband Føroya  
 
23.11.2025 - 13:36

Føroyar eru aftur meistarar í talvi fyri smátjóðir í Evropa.

Í níggjunda og seinasta umfari suðuri á Kýprós vunnu Føroyar í dag stórsigur 3½ - ½ á Malta, og sostatt var allur ivi um sigurin beindur av vegnum. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol vunnu og Jón í Horni Nielsen telvaði remis.

Tíggju smátjóðir hava kappast í Larnaca seinastu vikuna. Kappingin var tann níggjunda í røðini. Føroyar hava vunnið flestar ferðir, skrivar Talvsambandið.

 

Borðstigini avgerandi

Føroyar vunnu við fleiri borðstigum enn Andorra. Í dystarstigum stóð á jøvnum. Fyri vunnan dyst fær lið tvey stig, og eitt fyri javnan dyst. Føroyar taptu innanhýsis dystin fyri Andorra, sum afturfyri tapti dystin móti Kýprós. Okkara telvarar fingu tó fleiri stig enn telvararnir hjá Andorra, og tað gjørdi munin. Hevði tað eisini staðið á jøvnum í borðstigum okkara millum, hevði innanhýsis dysturin verið avgerandi, og tá hevði Andorra verið við yvirlutan.

 

Endaliga støðan

1. FØROYAR 16 (29½)
2. Andorra 16 (27)
3. Kýprós 15 (25)
4. Luksemburg 13 (26)
5. Monako 9 (20)
6. Liktinstein 9 (14)
7. Malta 4 (15)
8. Jersey 4 (10)
9. Guernsey 3 (7½)
10. San Marino 1 (6)

 

Sannførandi avrik

Sum heild má sigast, at føroyska avrikið var ógvuliga sannførandi. Gaman í var føroyska liðið ratingfavorittur, men tað krevur sín mann at útinna favorittleiklutin so væl, sum í hesum føri. Andorra, Luksemburg og Monako - og hesaferð ikki minst vertstjóðin Kýprós við - eiga so frægar telvarar, at teir eru mentir at geva Føroyum dygga mótstøðu.

Føroyska liðið var væl mannaðir á fremstu borðunum. Rógvi Egilstoft hevði kunnað lagt nakað aftrat, annars høvdu vit okkara bestu telvarar við. Aftur síggja vit, hvussu umráðandi tað er, at stórmeistari okkara, Helgi Dam Ziska, er við á landsliðnum.  Eins gleðiligt tað var at síggja, hvussu væl okkara tríggir toppspælarar, Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol avrikaðu, eins hugaligt var at síggja, hvussu væl báðir unglingarnir, Jón í Horni og Elias Petersen, stóðu seg. Teir smæddust ikki burtur, men gjørdu góðan mun. 

 


Luitjen Akselsson Apol var føroyskur toppskjútti á Kýprós. 20 ára gamli telvarin fekk 7½ stig av átta møguligum. (Mynd: Talvsamband Føroya)

 

Allir fimm á føroyska liðnum skoraðu væl, sum vit síggja niðanfyri. Helgi Dam Ziska var tryggi skansin á 1. borði. Ósigraður, remis móti sterkastu mótstøðumonnunum, hinar legði hann allar niður. Høgni Egilstoft Nielsenhevði eittans miseydnað talv, annars var hann sannførandi sum vant. Luitjen Akselsson Apol var flúgvandi. Hann vann alt uttan eitt, sum endaði javnt, og bleiv soleiðis føroyskur toppskjútti. 

 

Einstaklingsúrtøkan

1. Helgi Dam Ziska 6½/8
2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/8
3. Luitjen Akselsson Apol 7½/8
4. Jón í Horni Nielsen 5/7
5. Elias Petersen 4/5

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. januar
Ein samandráttur um farna kappingarár
202172
Fríggjadag 2. januar
RagnarRokk: CK Smile um Life 4 Sale
201742
Fríggjadag 2. januar
Morgunlestur fríggjadagur 2. januar 2026
202085
Hósdag 1. januar
Vit fara upp á gólv nýggjársdag 2026
202149
Hósdag 1. januar
Nýggjársgesturin 2026: Niels Juel Arge
201912
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Andakt
202148
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132