Prísirnir á sethúsum og íbúðum hækka framvegis

Prísirnir á sethúsum og íbúðum hækka framvegis
Seinastu tíggju árini eru prísirnir á sethúsum í høvuðsstaðnum og í Suðuroy og Sandoy tvífaldaðir, og tað eru eigaraíbúðirnar í høvuðsstaðnum eisini
Dýrastu fimm prosentini av sethúsunum, sum eru seld í Havnini higartil í ár, eru farin fyri umleið 5,8 milliónir krónur í miðal. (Savnsmynd)
 
25.11.2025 - 08:05

Sethúsaprísirnir halda fram at hækka.

Seinastu tíggju árini eru prísirnir á sethúsum í høvuðsstaðnum og í Suðuroy og Sandoy tvífaldaðir, og tað eru eigaraíbúðirnar í høvuðsstaðnum eisini. Og í stóru og smáu bygdunum eru teir nærum trífaldaðir.

Tað skrivar Landsbankin.

Landsbankin vísir til hagtøl hjá Føroya banka, sum vísa, at miðal sethúsaprísurin í høvuðsstaðnum higartil í ár er 4,4 milliónir krónur, og hann er 3,1 millión krónur fyri eigaraíbúðir. 

Tølini eru uppgjørd fram til 3. ársfjórðing, men tey eru fyribils, og tí kunnu broytingar koma fyri.

 

 

2,6 mió. í størru bygdunum

Í størru bygdunum er miðalprísurin 2,6 milliónir krónur, og í smærru bygdunum er hann 2,1 millión krónur. Í Suðuroy og Sandoy, sum eru bólkað saman, er miðalprísurin fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár 1,2 milliónir krónur, skrivar Landsbankin.

Landbankin veit eisini at siga, at tey dýrastu fimm prosentini av sethúsunum, sum eru seld í Havnini higartil í ár, eru farin fyri umleið 5,8 milliónir krónur í miðal. Og tey dýrastu fimm prosentini av íbúðunum, sum eru seldar í høvuðsstaðnum, eru seldar fyri 4,4 milliónir krónur í miðal.

Dýrastu íbúðirnar á bygd eru nakað bíligari, men tær dýrastu íbúðirnar eru farnar fyri 3,3 milliónir krónur í miðal.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194