Setrið fer at bjóða fleiri diplomútbúgvingar

Setrið fer at bjóða fleiri diplomútbúgvingar
Uppskot um lógarbroyting er sent til hoyringar
Fyri at kunna veita tann fakliga førleikan, er brúk fyri at gera vavið á diplomútbúgvingunum breiðari, so hesin fakligi førleikin verður tryggjaður, sigur landsstýrið. 
 
25.11.2025 - 08:16

Fróðskaparsetrið fær skjótt møguleikan at veita størri útbúgvingar, enn nú ber til.

Tað ger ein lógarbroyting, sum er á veg.

Uppskotið um lógarbroytingina er sent til hoyringar.

Talan er um diplomútbúgvingar, sum eru størri enn galdandi lóg loyvir. Tí er ikki loyvt at veita tær í dag.

Eisini skulu ásetingarnar um diplomútbúgvingar gerast greiðari.

 

Sprottið úr námsfrøðini

Ítøkiliga er uppskotið sprottið úr einari diplomútbúgving í námsfrøði, sum gevur lesandi fakligar førleikar at virka á námsfrøðiliga økinum, hóast talan ikki er um fullar bachelorútbúgvingar. 

Fyri at kunna veita tann fakliga førleikan, er brúk fyri at gera vavið á diplomútbúgvingunum breiðari, so hesin fakligi førleikin verður tryggjaður, sigur landsstýrið. 

Samstundis verður arbeitt við einari eftirútbúgvingarskipan fyri fólkaskúlalærarar, og skipa tær sum masterdiplomútbúgvingar.

Masterdiplomútbúgvingar verður heitið á diplomútbúgvingum á masterstigi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870