Tørvur á at eftirmeta fosturforeldraskipanina

Tørvur á at eftirmeta fosturforeldraskipanina
Fosturforeldrafelagið rópar varskó á 25 ára stovningardegnum hjá felagnum
Annlis Bjarkhamar er forkvinna í Fosturforeldrafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.11.2025 - 13:32

Tørvur er á at eftirmeta og tillaga fosturforeldraskipanina, sum er meira enn 20 ára gomul.

Tað heldur Annlis Bjarkhamar, forkvinna í Fosturforeldrafelagnum, sum rópar varskó á 25 ára stovningardegnum hjá felagnum. 

Hon var í Breddanum fyrrapartin. 

Fosturforeldur mugu latast betri í, tá tey skulu lofta hesari stóru uppgávuni. Hetta er týdningarmikið fyri bæði foreldrini og børnini, sum verða tikin til fosturs. 

Í mars í ár setti landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nólsøe Joensen, eitt arbeiði í gongd, sum skuldi eftirmeta skipanina. Kortini eru framvegis eingi úrslit komin burturúr, men nú má okkurt henda, sigur forkvinnan í Fosturforeldrafelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann: 

 

25112025_Fosturforeldur

 

Allur Breddin kann hoyrast her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213