Mette Frederiksen undir stórum trýsti innanfloks

Mette Frederiksen undir stórum trýsti innanfloks
Fleiri sosialdemokratiskir býráðslimir vilja hava, at hon leggur frá sær sum forkvinna í danska Javnaðarflokkinum
Nógvir sosialdemokratiskir býráðslimir í Danmark vilja hava Mette Frederiksen at leggja frá sær sum forkvinna í Javnaðarflokkinum.
Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix  
 
28.11.2025 - 09:28

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er komin undir trýst í sínum egna flokki eftir vánaliga kommunuvalið í síðstu viku.

Fleiri sosialdemokratiskir býráðslimir vilja nú hava, at hon leggur frá sær sum forkvinna í danska Javnaðarflokkinum.

Í spurnakanning, sum DR hevur gjørt av sitandi býráðslimum hjá danska javnaðarlfokkinum, siga 41, at teir halda ikki, at Mette Frederiksen kann venda gongdini til næsta fólkatingsval, 130 býráðslimir halda, at hon er tann rætta at venda gongdini, og 62 vilja ikki svara, ella vita ikki.

Atfinningarnar koma eftir tvey vánalig val hjá danska Javnaðarflokkinum. Valið til ES-tingið í fjør, sum var tað vánaligasta higartil, og kommunuvalið í síðstu viku, har flokkurin hevði afturgongd í 87 av 98 kommunum. 

Hoyr innslag her:

 

28112025_Mette_undir_trysti


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286