Nógva regnið kom eisini óvart á Veðurstovuna

Nógva regnið kom eisini óvart á Veðurstovuna
Í tilfari, sum Veðurstovan hevði at gera forsøgn eftir, sást, at tað fór at regna illa, men modellini vísa ymiskt, sigur Bárður A. Niclasen, deildarleiðari
Tað regnaði av grimd í gjár. (Savnsmynd)
 
28.11.2025 - 13:44

- Veðurstovan eigur at boða frá, tá vandi er fyri nógvum regni.

Tað sigur Bárður A. Niclasen, deildarleiðari á Veðurstovu Føroya.

Óvanliga nógv regn var í gjár. Tilbúgvingin var úti kring landið. Landsverk hevði nógv at gera, løgreglan somuleiðis. Í Havn stóðu fleiri kjallarar stóðu undir í vatni, og Norðoyatunnilin var stondgdur eina løtu orsakað av áarføri.

Deildarleiðarin á Veðurstovuni sigur, at í onkrum av tilfarinum hjá teimum sást, at tað fór at regna illa. Men tey ymsu modellini vísa ymiskt.

 

Bárður A. Niclasen. 

 

Bárður A. Niclasen sigur, at Veðurstovan er ein nýggjur stovnur, sum enn ikki hevur funnið sínar arbeiðsgongdir, men tí ætlar hann sær at arbeiða við.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28112025_Vedurstovan

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970