Virðisløntur norskur saksofonistur spælir beinleiðis úr Studio 5

Virðisløntur norskur saksofonistur spælir beinleiðis úr Studio 5
Tore Brunborg var borin í heim í Tróndheim, men vaks upp í blómandi jazz-umhvørvinum í Voss.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.11.2025 - 12:39

Normaðurin gekk á jazz-linjuni á tónlistaskúlanum í Tróndheimi. Sum frá leið gjørdist Tore ein av mest virdu jazz-saksofonistum í Norra.

Ummælarar siga, at hann hevur ein reinan, kenslubornan og norðurlendskan klang.


Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Tore hevur spælt við eini røð av altjóða kendum tónleikarum.

Eitt nú var hann í virda bólkinum Masqualero, sum fekk Spellemannprisen tríggjar ferðir.

Saksofonspælið hevur í fleiri umførum leitt hann til Føroya.

Fyrstu ferð tíðliga í 90´unum og siðani í ymsum tónleikaørindum.


Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Á hesi vitjanini spælir hann millum annað við bólkinum Yggdrasil.

Saman við Tore Brunborg í Studio 5 er Kristian Blak á klaverinum.



Hvat: Beinleiðis úr Studio 5
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Fríggjamorgun kl. 9.05 og tá tað passar tær á KVF Ljóð
Hesa ferð: Tore Brunborg


 
1779189



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776