- Tíðindi, mentan og ítróttur
Charles Lindbergh lendi eisini í Føroyum

Í 1927 fleyg Charles Lindbergh sum tann fyrsti tvørtur um Atlantshavið. Farið varð úr New York til París, har ið Lindbergh lendi 34 tímar seinri.
Í august 1933 vitjaði hesin heimskendi flogskiparin í Føroyum. Endamálið við hesari ferðini var at kanna møguleikarnar fyri einari flogrutu millum New York og Keypmannahavn.
Tað var stórur spenningur á Tvøroyri minnist Einar Larsen. Fór Lindbergh at lenda á Trongisvágsfirði ella fór hann at flúgva fram við Føroyum? Men týsdagin 22. august lendi Lindbergh og fólk tustu oman á keiina at taka ímóti heimskenda flogskiparanum.
Í bókini Føroyar í flogsøguni skrivar Jógvan Arge, at kona Lindbergh, Anne, var navigatørur og radiotelegrafistur á ferðini. Gudmund Mortensen hevði fingið at vita frammanundan, at Lindbergh var sjálvur annar, og tí var eitt serligt rúm gjørt klárt til navigatørin at sova í. Tað var ikki løgið, at Gudmund Mortensen gjørdist bilsin, tá hann varð varugur við, at flogskiparin og navigatørurin vóru maður og kona.
Charles Lindbergh var fryntligur og fyrikomandi, men hann vildi onki siga um ferðina. Og tað fekk Jørgen-Frantz Jacobsen, ið var í Føroyum sum blaðmaður fyri Politiken at sanna.
Gudmund Mortensen og Charles Lindbergh
Stór frásøgn í heimskenda tíðarritinum The National Geographic Magazine
Men árið eftir var ein stór frásøgn í heimskenda amerikanska tíðarritinum The National Geographic Magazine, har ið har kona Charles Lindbergh – Anne Lindbergh, neyvt greiddi frá flogferðini á sumri 1933, meðan fororðini vóru skrivaði av Charles Lindbergh, sum greiður frá sjálvum endamálinum við ferðini.
Í greinini segði kona Charles Lindbergh frá longu flogferðini úr USA yvir Grønlandi, Íslandi og Føroyum til Keypmannahavnar og víðari heilt til Moskva og heimaftur framvið vesturstrondini á Afrika til Suðuramerika.
Harumframt taldi frásøgnin í The National Geographic Magazine nógvar góðar myndir – eisini frá móttøkuni á Tvøroyri umframt nakrar praktfullar myndir av fjørðinum og fjøllunum.
Flogfarið hjá Charles Lindbergh á Trongisvágsfirði
Havhestasjúkan loypti hvøkk á
Í 1930-árunum tók ein ring og ókend umfarssjúka seg upp í Føroyum. Av teimum, sum fingu hana, doyðu 18,2 prosent. Kvinnur, sum vóru við barn, vóru serstakliga illa fyri, og av teimum doyðu 80 prosent.
Teir fyrstu fimm tilburðirnir av hesari álvarssomu fepurssjúkuni vórðu staðfestir suðuri í Vági um heysti í 1930, og í 1933 vóru aftur fleiri ringir tilburðir av somu sjúku í allari Suðuroynni og Sandoynni.
Arthur Rasmussen, seinri Vaag, ið var lækni í syðru helvt av Suðuroynni frá 1927 til 1934, sá beinanvegin, at hetta var ein óvanlig sjúka.
Í einum fyrilestri á fundi í føroyska læknafelagnum í 1934, greiddi hann millum annað frá, at sjúkan altíð byrjaði við høgum fepri, høvuðpínu, vamli og pínu í kroppinum, men næstan ongum hosta ella spýtti og ongari trongd. Í fyrstani var onki at hoyra, men nakrar dagar seinri hoyrdist ljóð sum frá lungnabruna.
Eftir fyrilesturin varð drúgt orðaskifti. Hinir læknarnir vóru ivingasamur, serliga R. K. Rasmussen, lækni á Eiði, sum helt, at tað mundi vera influensa við lungnabruna. Tískil kveistraði hann burtur próvgrundirnar hjá Arthur Rasmussen, sum tó helt fast við sítt. Harður orðadráttur stóðst av hesum, og endin var at R. K. Rasmussen gjørdist illur og rýmdi av fundinum.
Hóast lítla undirtøki fyri sínum sjónarmiðum frá hinum læknunum í Føroyum, skrivaði Arthur Rasmussen tann 24. juni 1934 grein í “Ugeskrift for Læger”, um hesa føroysku umfarssjúku. Greinin bygdi á tilsamans 68 tilburðir, 26 frá honum sjálvum, 22 frá N. F. Rasmussen, fylkislækna á Tvøroyri, og 20 frá Fuglsang Damgaard, lækna á Sandi. Her greiddi hann nágreiniliga frá um sjúkueyðkennini, samstundis sum hann metti um atvoldina til sjúkuna og endaði við at skriva, at sjúkan var ókend.
Í 1934 fór Arthur Rasmussen úr Føroyum og kundi sostatt ikki fylgja gjølla við í tí, sum fyriførst her.
Í Føroyum varð nógv tosað um hesa hættisligu sjúku, sum tók seg upp hvørt heyst, serstakliga í syðra parti av oyggjunum. Fólk nevndu hana lungnaplett, lungapest ella septembersjúkuna, og nógv orðaskifti var millum fólk um, hvør orsøkin mundi vera.
Tá ið R. K. Rasmussen sá greinina hjá Arthur Rasmussen í “Ugeskrift for Læger”, gav hann sær far um, at sjúkueyðkennini minti nógv um pappageykasjúku, sum fyrstu ferð var ávíst í 1879.
Hann fór tí at savna tilfar um allar tilburðirnar í Føroyum, og í oktober 1936 helt hann fyrilestur í Læknafelag Føroya um úrslitini av kanningini. Í kanningini fann hann tveir høvuðsmunir millum ta føroysku umfarssjúkuna og teir tilburðir, sum vóru lýstir í greinum úr Danmark, Svøríki og øðrum evropeiskum londum.
Annar var, at í Føroyum vóru tað mest konufólk, ið fingu sjúkuna, og bara vaksin fólk. Børn fingu hana ikki. Og av øllum sjúklingunum í tí føroysku umfarssjúkuni vóru tað bara 14 prosent mannfólk. Alla aðra staðni var lutfallið millum mannfólk og konufólk nakað eins.
Hin munurin var, at allir tilburðirnir í Føroyum vóru í september mánað – frá 31. august til 23. september, meðan tilburðirnir uttanlands vóru meira spjaddir, mest um heystið og um veturin.
Hesi viðurskifti fingu R. K. Rasmussen at halda, at nátin kundi vera upphavið til sjúkuna. Havhesta- ella nátaungaveiðan byrjaði í fuglabjørgunum í seinastu viku av august og á sjónum umleið eina viku seinri.
At nátin kundi vera smittukeldan hóskaði eisini væl við tann eginleikan, at konufólk oftast fingu sjúkuna í Føroyum, tí sum kunnugt vóru tað altíð vaksnar gentur og konur, sum royttu nátar, og tá var smittuvandin stórur. Um onkur náti var fongdur við pappageykasjúku, kundi virus við fjarðunum spjaðast upp í loft, og tey, sum royttu, kundu anda tað í seg.
Í frágreiðingini fyri 1936 hjá Jógvani Zachariassen, amtslækna, stendur, at hann ikki er avgjørdur um at talan er um pappageykasjúkuna, men at hann heldur, at niðurstøðan hjá R. K. Rasmussen, lækna, bendur á at so er.
Tann 20. september 1937 varð ein sjúklingur innlagdur á Dronning Alexandrines Hospital við sjúkuni, og hon doyði dagin eftir at hon var innløgd. Pauli Dahl, yvirlækni, sendi kanningartilfar av yrkisgøgnum til Gregersen, prosektor í Århus, har ið hann beinleiðis spurdi, um talan kundi vera um pappageykasjúkuna.
Og í ársfrágreiðingini fyri 1937, skrivar amtslæknin Jógvan Zachariassen, at sjúkan mest sannlíkt stavar frá veiðuni eftir havhesta- ella nátaungum.
Í september 1938 stóð greinin hjá R. K. Rasmussen, sum hann hevði hildið sum fyrilestur í tí føroyska læknafelagnum 6. oktober 1936, í “Ugeskrift for Læger”, og har hann kom til ta niðurstøðu, at tann føroyska umfarssjúkan var sannlík pappageykasjúkuni, og at nátin kundi vera upphavið til sjúkuna.
Tá staðfest var, at orsøkin til sjúkuna var havhesta- ella nátaungar, varð sjúkan í Føroyum hereftir nevnd náta- ella havhestasjúkan.
Í 1939 varð forboð sett fyri allari nátaveiðu í Føroyum, og tey næstu árini var ongin tilburður av sjúkuni. Og tað var í sjálvum sær eisini prógv um, at nátin var smittuberin.
Samstundis sum náta- ella havhestasjúkan gjørdi um seg í sunnari parti av Føroyum, herjaðu tuberklarnir framvegis um landið.
Í 1930 vórðu 115 fráboðanir um fólk, ið høvdu fingið sjúkuna, og sama árið doyðu 47 fólk av tuberklasjúkuni.
Í 1930-árunum vóru tilsamans fráboðaðir 869 nýggir tilburðir av tuberklasjúkuni, meðan 269 fólk í Føroyum doyðu av sjúkuni í sama tíggjuáraskeiðið.
Tyfusgrindin í Klaksvík
Seinast í 1930-árunum varð sonevnda “tyfusgrindin” hildin til í Klaksvík og sjúkan frá “tyfusgrindini” spjaddi seg til fleiri bygdir í Norðoya læknadømi, eins og til Gjáar, Viðareiði og Hattarvík, eins og bygdirnar í Vestmanna læknadømi, Haldórsvík, Langasand og Oyri, umframt Tórshavnar læknadømi, Skála, Rituvík og Selatræ, og Skálavík á Sandoynni.
Tey smittaðu, sum búðu í Norðoyggjum, vórðu innløgd á Klaksvíkar Sjúkrahús, meðan hini vórðu víst til Epidemihúsið í Havn. Tá tað gjørdist ov trongligt har, var tann eina av barakkunum, sum varð brúkt til “Kystsanatorium”, tikin í nýtslu.
Tey sjúku, sum búðu í Streymoynni og Eysturoynni, vóru øll smittaði av turkaðari grind og av at tey høvdu havt samband við fólk, ið vóru smittaði.
Í Klaksvík var farið nágreiniliga til verka, soleiðis at smittan bleiv niðurbard, og hetta hevði við sær, at allar dunnur vórðu slaktaðar, hóast ongar breslauer-bakteriur vórðu funnar.
Hesi eru millum evnini, ið verða umrødd í aðru sending av Kreppuárunum miklu, sum snýr seg um 1930-árini.
Í sendingini tosa vit við Einar Larsen, Andras Sólstein og Maluna Marnersdóttir.
Sendingin kann hoyrast her!




























