Kostar 1800 krónur meira at fylla oljutangan

Kostar 1800 krónur meira at fylla oljutangan
Síðani kríggið í Miðeystri brast á er prísurin á bensini hækkaður nærum tvær krónur fyri liturin
Olju- og bensinprísurin er hækkaður munandi, síðani kríggið í Miðeystri brast á.
 
10.03.2026 - 13:17

Tað kostar nú umleið 1800 krónur meira at fylla 1000 litrar av gassolju á tangan, enn sama nøgd kostaði, áðrenn kríggið brast á í Miðeystri fyri hálvari aðru viku síðani.

Sama tíðarskeið er prísurin á bensini hækkaður nærum tvær krónur fyri liturin.

Triðja oljufelagið - Thomsen - bjóðar tó framvegis munandi lægri prísir enn kappingarneytarnir Effo og Magn
 

Effo og Magn høvdu somu prísir

Prísskeltini hjá oljufeløgunum eru skift ofta, síðani USA og Ísrael lupu á Iran, leygarmorgunin 28. februar. 

Dagin fyri, fríggjadagin 27.februar, høvdu bæði Effo og Magn hækkað prísirnar á gassolju, bensini og diesel.

Tá kostaði ein litur av bensini 11 krónur og 51 oyru, ein litur av diesel til bilin 8 krónur og 99 oyru - og 1000 litrar av gassolju til oljutangan við hús 8.550 krónur.

Prísirnir vóru neyvt teir somu hjá Effo og Magn.

 

 

Prísirnir hækkaðir fýra ferðir

Síðani tá hava Effo og Magn hækkað prísirnar fýra ferðir - Effo seinast í gjár, Magn í dag.

Nú kostar ein litur av bensini 13 krónur og 20 oyru hjá Effo og 13 krónur og 33 oyru hjá Magn.

Ein litur av diesel kostar 12 krónur og 23 oyru hjá Effo og 12 krónur og 35 oyru hjá Magn. 

Og 1000 litrar av gassolju til oljutangan við hús kosta nú 10.238 krónur hjá Effo og 10.363 krónur hjá Magn.

Taka vit sum dømi, at tú skal fylla oljutangan við hús og fylla 50 litrar av bensini á bilin - ja so kostar tað 2.000 krónur meira í dag, enn tað gjørdi dagin fyri kríggið í Miðeystri brast á fyri hálvari aðru viku síðani.

 

 

Thomsen er bíligari

Tað eru tó ikki øll feløg, sum fylgja so minutiøst við príshækkingunum úti í stóru verð.

Triðja oljufelagið á marknaðinum - Thomsen - seldi 1000 litrar av gassolju fyri 7.840 krónur, tá kríggið brast á.

Thomsen hevur hækkað oljuprísin tvær ferðir síðani, og í dag kosta 1000 litrar av gassolju frá Thomsen 8.840 krónur. Tað eru umleið 1500 krónur minni enn hjá Effo og Magn.

Tórhallur Thomsen er stjóri í Thomsen:

 

10032026_Torhallur


Thomsen selir ikki bensin og diesel.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194