Djóni: Forsturtøkumálið var orsøkin

Djóni: Forsturtøkumálið var orsøkin
Djóni Nolsøe Joensen váttar, at hansara støða til fosturtøkumálið var orsøk til, at hann aftur bleiv landsstýrismaður
Kom Djóni Nolsøe Joensen aftur í løgtingið, hevði hann atkvøtt ímóti fosturtøkulógini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2025 - 11:45

Í gjár var Djóni Nolsøe Joensen fyrrverandi landsstýrismaður. Hann var farin frá sum landsstýrismaður.

Men í gjárkvøldið var greitt, at Djóni Nolsøe Joensen aftur verður landsstýrismaður í umskipaða landsstýrinum.

Orsøkin er, at sum løgtingsmaður hevði Djóni Nolsøe Joensen atkvøtt ímóti uppskotinum at broyta fosturtøkulógina, sum kemur til 2. viðgerð seinnapartin.

 

Súsanna vildi aftur í tingið

Tá tað stóð tingmanningini hjá Javnaðarflokkinum greitt í gjárkvøldið, boðaði Súsanna Bertholdsen frá, at hon kortini ikki hevði hug til landsstýrissessin, hon hevði sett seg í fyrr um dagin. Hon vildi heldur vera løgtingskvinna, og harvið hava rætt til at atkvøða fyri at broyta fosturtøkulóguna.

Og so vóru aftur boð eftir Djóna Nolsøe Joensen í landsstýrinum.

- Ja, eg kann siga so mikið sum at umskipanin prógvar, at tað hevur verið í umbúna, sigur Djóni Nolsøe Joensen.

Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen her:

 

Djoni_Nolsoe_Joensen_021225

 

Í útvarpstíðindunum klokkan 12.20 verður samrøða við Aksel V. Johannesen, løgmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424