Frí fosturtøka samtykt

Frí fosturtøka samtykt
Løgtingið hevur júst nú samtykt málið um fría fosturtøku við 2. viðgerð. 17 atkvøður vóru fyri, meðan 16 vóru ímóti. Málið fer nú til 3. viðgerð
Úrslitið av atkvøðugreiðsluni í málinum um fría fosturtøku bleiv misjavnt móttikið á áskoðaraplássunum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.12.2025 - 22:42

Orðaskiftið til 2. viðgerð at loyva fríari fosturtøku í Føroyum til og við 12. viku bleiv drúgt - sera drúgt.

Og bylgjurnar gingu eisini høgt - sera høgt til tíðir. 

Yvir sjey tímar tók tað løgtinginum, áðrenn klárt var at atkvøða. 

Og tá kom til stykkis, so bleiv málið samtykt við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti. 

Ikki óvæntað, so vóru tað serliga tingfólk, ið vóru ímóti uppskotinum, sum høvdu orðið og hildu orðaskiftið gangandi. 

Harvið fer málið víðari til 3. viðgerð, og hon verður hósdagin. 

Verður uppskotið aftur samtykt tá, so er frí fosturtøka til og við 12. viku galdandi í Føroyum.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328