Fleiri pengar til løgreglu og ákæruvald

Fleiri pengar til løgreglu og ákæruvald
-Næstu árini verður meira sett inn fyri at basa økonomiskum kriminaliteti, sigur Michael Boolsen, fúti, sum eisini fegnast um at at ákæruvaldið verður styrkt
Michael Boolsen, fúti
 
05.12.2025 - 19:01

Breiða, politiska semjan í Danmark um at styrkja bæði løgregluna og ákæruvaldið næstu fimm árini, kemur eisini væl við í Føroyum.

Við semjuni, sum varð løgd fram í gjár, verður játtanin til løgregluna og ákæruvaldið økt ár um ár, til hon er útvið 1,5 milliardir krónur hægri í 2030 enn í ár. 

Fleiri pengar skulu játtast til stríðið móti økonomiskum kriminaliteti. Og so skulu drúgvu viðgerðartíðirnar í rættarskipanini styttast. Tað verður gjørt við fleiri pengum til ákæruvaldið og dómstólarnar.

Eisini løgregluøkini í Føroyum og Grønlandi verða raðfest. 

Longu næsta ár økist játtanin til løgreglu og ákæruvald í Føroyum og Grønlandi við 54 milliónum krónum, og tá komið er til 2030 eru 133 milliónir lagdar omaná verandi játtan. Samlaða játtanin til donsku løgregluna og ákæruvaldið - sum eisini fevnir um Føroyar og Grønland - er í ár 14,3 milliardir krónur. 

Hoyr samrøðu við Michael Boolsen, fúta:

Michael_Boolsen_051225

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. apríl
Kvørnin: Trý føroysk stakløg
206824
Hósdag 9. apríl
Nýtt ljóð
206817
Hósdag 9. apríl
Góðan morgun Føroyar
206789
Hósdag 9. apríl
Morgunlestur hósdagur 9.apríl 2026
206584
Mikudag 8. apríl
Mono - Norðuramerika (2:5)
206756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. apríl
Veðrið
206826
Hósdag 9. apríl
Tíðinafundur
206805
Mikudag 8. apríl
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
206763
Mikudag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
206733
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699