Tann vánaligasta ætlanin higartil

Tann vánaligasta ætlanin higartil
Silas Olofson, fyrisitingarstjóri í Føroya Fuglafrøðifelag, vónar ikki, at uppskotið um Suðuroyartunnil, sum nú verður lagt fyri løgtingið, flytir vegin eystur um Sandsvatn
Silas Olofson heitir inniliga á tunnilsfelagið um at flyta Suðuroyartunnilin vestur um Sandsvatn. Tað loysir allar trupulleikar, sigur hann
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2025 - 14:56

- Tað er tann ringasta loysnin av teimum øllum.

So bersøgin er Silas Olofson, fyrisitingarstjóri í Føroya Fuglafrøðifelag, tá vit biðja hann fyrihalda seg til leysasøgurnar um, at tunnilsfelagið nú er við at leggja ta triðju vegaføringina av vegnum um Sands bygd.

Málið um Suðuroyartunnilin er borið í Løgtingið, men tað verður ikki alment fyrr enn tað er lagt fram, og tað hevur ikki borið til hjá nøkrum at fáa at vita nakað um, hvussu vegaføringin kring Sands bygd verður.

Tá Løgtingið viðgjørdi uppskotið í vár var ætlanin at føra vegin í erva, so hann onkustaðni kom at liggja omanfyri 200 metrar. Hetta var ikki mett at vera rætt, serliga tá tað kemur til kulda, tí tá er vandi fyri hálku. Í næsta uppskotinum, sum tó ikki var fyri í Løgtinginum var tað broytt til, at nú skuldi mann ígjøgnum Sandslíð og ígjøgnum bygdina, um eina brúgv og omaná Múlanum, men tað uppskotið vann heldur ikki frama. Ein høvuðsorsøk var, at bygdarráðið á Sandi segði kortanei til, at bygdin varð klovin í tvey av einum vegi, sum skuldi hava í minsta lagið 1.400 bilar afturat um dagin.

Síðan hevur eingin fingið nakað at vita, hvat so verður gjørt ístaðin. Eitt uppskot er frá alternativa bólkinum, sum er at flyta vegin vestur um Sandsvatn, men tað tykist, sum vil tunnilsfelagið ikki vita av teirri loysnini. Tí tað ljóðar, at í uppskotinum, sum nú fer í Løgtingið, skal vegurin førast fram við Sandvatni eystarumegin.

Tað ljóðar, at tunnilsfelagið nú vil leingja tunnilin, sum skal gerast í Sandslíð so hann verður góðar tveir kilometrar. Hann skal framvegis fara inn har sum ætlanin var, stutt frá avkoyringini til Skarvanesar, men nú skal hann ikki koma út fyrr enn norðanfyri norðastu húsini eystan fyri Sandsvatn. Og so skal ein vegur gerast haðani, fram við vatninum, eystanfyri skúlan, ítróttarhøllina og vøllin yvir til Sandoyartunnilin. 

Men hendir tað, so er tað ein náttúrugøla. Tað heldur Silas Olofson. Tí so fer vegurin at oyðileggja eitt tað mest brúkta øki til flytifuglar, sum steðga á við Sandsvatn at rinda sær møðina og at fáa sær at eta á leiðini yvir hav, og hann fer eisini at oyðileggja nógv velt landbúnaðarlendi. Og hann fer ivaleyst eisini at oyðileggja vatnið sjálvt, sigur Silas Olofson, sum grundgevur við, at vatnið er grunt og tolir ikki frárenslið, sum kemur frá tunla- og vegagerð.

Trýst á pílin niðanfyri og hoyr alla samrøðuna við Silas Olofson, sum varð send á middegi.

1781059

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345