Fá vilja hava føroyskan bát

Fá vilja hava føroyskan bát
Fíggjarnevndin hjá løgtinginum hevur spurt, hvat er komið burtur úr, at føroyski báturin er innskrivaður í UNESCO-listan yvir siðaarv hjá mannaættini
 
07.12.2025 - 13:18

Føroyski báturin kom í 2021 á listan hjá UNESCO um siðaarv, men tann stóri trupulleikin er, at ov fá biða um at fáa føroyskar bátar smíðaðar.

Tað sæst í svari frá landsstýrisfólkinum í mentamálum til fíggjarnevndina, sum spyr, hvat er komið burturúr at innskriva føroyska bátin á listan hjá UNESCO, og hvørjar ætlanir eru fyri framman.

Liggur hjá Tjóðsavninum
Í Føroyum er sáttmálin lagdur til Tjóðsavnið at umsita. Tjóðsavnið hevur skipað fyri almennum tiltøkum, har umrøtt hevur verið, hvat kann verða gjørt fyri at varðveita føroyska bátin.

Tá so fá lata føroyskar bátar smíða, hevur Tjóðsavnið heitt á kommunur um at raðfesta bátasiðvenjuna. Og í tí sambandi leggja lunnar, skipa bátapláss og bátaøki. Eisini hevur savnið skipað fyri eini framløgu fyri borgarstjórar í oktober.
Sum liður í arbeiðinum at varðveita føroyskt bátasmíð, fekk Tjóðsavnið í 2023 eina játtan á fíggjarlógini, sum var 100 túsund krónur til at innflyta og selja seym, spíkar og røur til føroyskar bátar. Í fjør varð eisini viður keyptur til eina tilfarsgoymslu á Tjóðsavninum, ið bátasmiðir og bátaeigarar eru fegnir um.

Fáir bátasmiðir
Annars fækkast bátasmiðirnir, og bátasmíð sum vinnugrein er mest sum útdeyð. 

- Tað er tí nógv, ið talar fyri, at bátasmíð í framtíðini skal síggjast í savnshøpi. Hildið verður, at eitt livandi bátasavn, har bátar verða smíðaðir, hevði verið eitt gott varðveitingarátak, heldur mentamálaráðið.

Í 2026 er ætlanin at halda fram við tiltøkum, ið kunnu geva íblástur til varðveita føroyska bátin. Eisini er ætlanin at skipa fyri verkstovu fyri bátasmiðir um, hvussu handverkið kann verða ført víðari. Røkkur játtanin, er ætlanin at smíða eitt fýramannafar.

Føroyska UNESCO-nevndin stuðlar arbeiðinum hjá Tjóðsavninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891