Gevur ikki meining at stuðla einum nýggjum miðli

Gevur ikki meining at stuðla einum nýggjum miðli
Fjølmiðlarnir halda lítið um uppskotið til miðlastuðulslóg, sum kemur til fyrstu viðgerð í løgtinginum í vikuni
Eirikur Lindenskov er blaðstjóri á Sosialinum
Mynd: Savnsmynd  
 
08.12.2025 - 13:11

Landsstýrið skal ikki blanda seg upp í, hvørjir tíðindamiðlar eru, sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum.

Mikudagin skal uppskotið um miðlastuðul til fyrstu viðgerð, og við uppskotinum hevur landsstýrið m.a. sett sær fyri at lata 30 prosent av miðlastuðlinum til ein nýggjan miðil.

Í hoyringssvari frá Føroya Blaðútgevarafelag til uppskotið  ávarar hann, saman við Jonhardi Hammer, blaðstjóra á Dimmalætting og Jóhann Lutzen, blaðstjóra á Norðlýsinum, ímóti ætlanunum um at lata stuðul til ein nýggja miðil.

Brúk er ikki fyri einum miðli afturat, sigur Eirikur Lindenskov.

Í teimum 12 hoyringsskrivunum til uppskotið sæst eisini, at aðrir miðlar halda lítið um ætlanirnar um at lata stuðul til nýggjan miðil. M.a. er Portalurin, FM1, Vágaportalurin og Eysturoyarportalurin ímóti ætlanini.

Síðan uppskotið hevur verið til ummælis, eru broytingar gjørdar. Men framvegis standa ætlanirnar hjá landsstýrinum um nýggjan miðil við - nú skulu 30 prosent av stuðlinum latast einum nýggjum miðli, ístaðin fyri 40 prosent, sum upprunauppskotið segði.

Við Frihedsbrevet segði Eirikur í Jákupsstovu, fyrrverandi landsstýrismáður í mentamálum, í farnu viku, at talan er um eitt politiskt ynski.

Men blaðstjórin á Sosialurin heldur, at politiska skipanin hinvegin skal stuðla miðlunum, sum longu eru.
 

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:


Í skrivligum boðum til Kringvarpið sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, at uppskotið er úrslit av politiskari semju í einum málið, sum hevur verið trupult at finna semju um.  

- Tað er ikki óhugsandi at nevndin ger broytingar, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870