Løgtingið tekur eitt tørn

Løgtingið tekur eitt tørn
Løgtingið er nú av álvara farið undir at avgreiða tey mál, sum skulu avgreiðast í ár
Løgtingið skal eftir ætlan í jólafrí 18. desember.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.12.2025 - 06:25

Løgtingið er nú av álvara farið undir at avgreiða tey mál, sum skulu avgreiðast í ár.

Á tingfundinum í dag eru 12 mál á dagsskránni, tríggjar triðju viðgerðir, fimm aðru viðgerðir og fýra fyrstu viðgerðir.

Tingfundir eru eisini í morgin, hósdagin og fríggjadagin.

Og hvønn dag í næstu viku til hósdagin, tá ætlanin er, at løgtingið fer í jólafrí.

Nøkur mál eru ikki komin aftur úr nevnd.

Fíggjarnevndin hevur tíggju mál og rættarnevndin og mentanarnevndin hvørt sítt.

Átta mál hava ikki havt fyrstu viðgerð enn.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761