Sleppur ikki undan kirkjuskatti

Sleppur ikki undan kirkjuskatti
Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá Taks
Fólk, sum melda seg úr fólkakirkjuni, eiga at siga Taks frá, tí annars sleppa tey ikki undan kirkjuskatti.
 
10.12.2025 - 14:35

Tá fólk melda seg úr fólkakirkjuni, ræður um at boða Taks frá. Tí annars sleppa fólk ikki undan kirkjuskatti.

Tað noyðist ein skattaborgari at ásanna, nú Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá Taks.

Kært vart um, at Taks ikki tók upp aftur skattauppgerðirnar fyri árini frá 2004 til 2021, tá kærarin rindaði kirkjuskatt, hóast hann sigur seg hava meldað seg úr fólkakirkjuni í 2004.

Freistin fyri uppafturtøku er farin, hon er trý ár.Tí verður kirkjuskatturin í 2022, 2023 og 2024 goldin aftur.

 

Fekk fráboðanina í apríl

Taks sigur seg ikki hava fingið fráboðan um, at kærarin ikki er limur í fólkakirkjuni, fyrr enn í apríl í ár. 

Kærustovnurin vísir eisini á, at í skattauppgerðini er teigur, sum eitur kirkjuskattur. 

Tað sæst tí týðiliga í skattauppgerðini, at kirkjuskattur er goldin.

Kærustovnurin sigur, at fólk eiga sjálvi at ansa eftir, at skattauppgerðin er røtt, og gera Taks vart við, um hon er skeiv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672