Breddin: Fer Suðuroyartunnilin at venda gongdini í Suðuroy?

Breddin: Fer Suðuroyartunnilin at venda gongdini í Suðuroy?
Í sendingini varpa vit ljós á støðuna í Suðuroynni, har fólkatalið støðugt minkar og har tey ungu og arbeiðsføru fólkini flyta
Tvøroyri. Í Breddanum í dag verður spurt, um fast samband til Suðuroyar kann venda gongdini í oynni.
 
11.12.2025 - 09:30

Fólkatalið í Suðuroynni er søguliga lágt.

Tað eru serliga tey ungu og fólk í arbeiðsførum aldri, sum flyta úr Suðuroynni.

Borgarstjórar royna og hava roynt at fáa fólk at trívast og verða verandi við ymiskum átøkum, men keðiliga gongdin heldur fram.

Mitt í øllum hesum er kjakið um ein møguligan Suðuroyartunnil.

Nógv halda, at ein Suðuroyartunnil kann fara at verða lívsnervin, sum kann venda gongdini, gera tað lættari hjá ungum familjum at flyta aftur í oynna, skapa arbeiðspláss og tryggja, at Suðuroy ikki verður ein útoyggj í landinum.

Men landskassin er kroystur, og bæði Landsbankin og Búskaparráðið ávara ímóti at gera eina lánifíggjaða íløgu, sum kann kosta upp í ein fimting av BTÚ. Stutt sagt: Vit hava ikki ráð nú.

Í sendingini frætta vit frá ungum í Suðuroy, sum skulu avgera, um teirra framtíð er í oynni, aðrastaðni í Føroyum ella úti í heimi.

Og vit tosa við borgarstjóra, sum stríðast við minkandi fólkatali í kommununi.

Breddin klokkan 16.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120