Knørrur fær 5,5 milliónir til nýtt neyst

Knørrur fær 5,5 milliónir til nýtt neyst
Tórshavnar býráð hevur eisini samtykt at leggja málið aftur fyri býráðið um at játta 5,5 milliónir aftrat í 2027
Knørrur ætlar at byggja neyst í Álakeri.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
12.12.2025 - 14:36

Tórshavnar býráð letur róðrarfelagnum Knørri 5,5 milliónir krónur næsta ár til nýtt neyst.

Tað var samtykt á býráðsfundi í gjár.

Málið verður lagt fyri býráðið aftur um at lata 5,5 mió. krónur til endamálið í 2027.

Róðrarfelagið Knørrur søkti í oktober 2024 um 10,8 mió. krónur til nýtt neyst í Álakeri.

Í umsóknini var víst á, at samlaðu útreiðslurnar til neystið eru stívliga 36 mió. krónur, og at felagið sjálvt hevði eina eginfígging uppá slakar 1,3 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV