HM liðugt: Jana Mittún endaði í topp-10

bannari
HM liðugt: Jana Mittún endaði í topp-10
Hóast Føroyar máttu takka fyri seg eftir miðumfarið í júst lidna HM-endaspælinum, telist Jana Mittún millum 10 teir fremstu spælararnir viðvíkandi málum og uppleggum
Hon var ikki løtt at halda, Jana Mittún, sum fekk samanlagt 61 mál og upplegg í HM-kappingini
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
15.12.2025 - 12:37

Í gjár tryggjaði Norra sær heimsmeistaraheitið í hondbólti við teprum sigri á Týsklandi, sum hevur spælt seg fram millum heimsins bestu tjóðir.

Henny Reistad gjørdist toppskjútti við 55 málum og á listanum fyri flest mál og upplegg samanlagt var norski stórskjúttin úr Team Esbjerg á 2. plássi aftanfyri Dione Housheer úr Niðurlondum.

Eitt vet longur niðri á hesum listanum liggur føroyski bakspælarin Jana Mittún. Hóast Føroyar máttu takka fyri seg eftir miðumfarið í júst lidna HM-endaspælinum, liggur hoyvíkingurin úr Viborg HK á 8. plássi við samanlagt 61 málum og uppleggum.

Jana Mittún skeyt 32 mál og átti næstsíðstu hond á 29 upp á teir seks dystirnar, hon spældi í HM-kappingini, meðan t.d. Reistad og Housheer spældu níggju dystir í part.

Føroyski liðskiparin Pernille Brandenborg endaði á 18. plássi á toppskjúttalistanum við 34 málum.

SÍ EISINI: Her, har og allastaðni

 


Breið semja tykist vera um, at Henny Reistad er heimsins besti hondbóltsspælari í løtuni. Hon gjørdist HM-toppskjútti við 55 málum og MVP. (John Thys/AFP/Ritzau Scanpix)

 

Allstar-liðið sett

Sum vanligt er er eitt sonevnt Allstar-lið sett, sum er mannað við nøkrum av bestu spælarunum í kappingini.

Ikki óvæntað stendur norski málverjin Katrine Lunde, sum takkaði fyri seg við HM-gullinum, millum stengurnar. Liðfelagin Emilie Hovden er á høgra veingi, meðan Antje Döll úr Týsklandi er á vinstra veingi.

Í bakketuni eru Dione Housheer, Bruna de Paula Almeida úr Brasil og týska Emily Vogel. Á strikuni varð franska Sarah Bouktit vald.

Sostatt fekk Danmark, sum varð útsligið í fjórðingsfinaluni, ongan spælara við á Allstar-liðið. Besti ungi spælari í kappingini var Viola Leuchter úr Týsklandi, og MVP, virðismesti spælarin, var Henny Reistad.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203