Jóhan Carl toppskorari á eldraráðsvalinum

Jóhan Carl toppskorari á eldraráðsvalinum
Nývalda eldraráðið í Tórshavnar kommunu tekur við á nýggjárinum og situr til 31. desember 2028.
Jóhan Carl Dam fekk 688 atkvøður.
 
16.12.2025 - 11:50

Jóhan Carl Dam fekk nógv flestar atkvøður á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu.

Hann fekk 688 atkvøður.

Næstur honum er Leivur Hansen, sum fekk 282 akvøður.

Aftrat teimum eru tríggjar kvinnur valdar í ráðið.

Tær eru Marjun Poulsen við 273 atkvøðum og    Annemi L. Joensen og Bergljót av Skarði, sum báðar fingu 245 atkvøður.

Marin Rasmussen, Lissi Hansen og Did Nicolajsen eru varalimir.

14 valevni vóru.

Nývalda eldraráðið tekur við á nýggjárinum og situr til 31. desember 2028.

5.656 fólk høvdu valrætt. Valluttøkan var 49,4 prosent.

Atkvøðubýtið var hetta: 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040