Kappróðrarfelagið NSÍ spent homlubondini: Svein Rógvi skal vera venjari

Kappróðrarfelagið NSÍ spent homlubondini: Svein Rógvi skal vera venjari
Kappróðrarlegendan Svein Rógva Nielsen Ljósstein verður høvuðsvenjari hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ komandi kappróðrarár í eini roynd at styrkja felagið
Svein Rógvi Nielsen, nýggjur venjari í kapprógving hjá NSÍ, og Janus Knudsen, formaður
 
19.12.2025 - 07:45

"Svein Rógvi sum venjari hjá NSÍ!" Tað boðar nevndin í Kappróðrarfelagið NSÍ frá í tíðindaskrivi í kvøld.

"Vit hava gjørt avtalu við Svein Rógva Nielsen Ljósstein, sum verður høvuðsvenjari hjá felagnum komandi kappróðrar ár. Nevndin hevur í longri tíð arbeitt við at styrkja karmarnar rundan um felagið og sett sær fyri at fáa ein venjara, ið kann lyfta okkara manningar til eitt hægri stig."

Í tíðindaskrivinum, sum kann lesast á heimsíðu felagsins, skrivar nevndin, at hon leitað eftir einum venjara, ið kemur úti frá og kann geva felagnum nýggj eygu og nýggja orku.

"Í Svein Rógva hava vit rakt plett. Hann kemur við drúgvum royndum við meira enn 36 árum í kappróðri og einum brennandi áhuga fyri ítrótti og kappróðri, og vit gleða okkum til at arbeiða saman um at menna felagið og skapa karmar fyri framgongd."

Kappróðrarfelagið NSÍ heldur, at seinasta ár var eitt stórt stig framá fyri felagið.

"Vit eydnaðust at manna heili 10 manningar, og tað hevði ikki verið møguligt uttan tað stóra arbeiðið, sum okkara næstformaður Jógvan og hansara toymi átóku sær."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558