Útflutningurin til Russlands er vaksin

Útflutningurin til Russlands er vaksin
Russland er millum tey seks londini, sum keypa fiskavørur fyri meira enn eina milliard úr Føroyum
Føroyar útfluttu fyri 114,2 milliónir til Russlands í oktober í ár.
 
22.12.2025 - 08:09

Føroyski útflutningurin til Russlands er vaksin.

Útflutt var fyri 181 milliónir krónur meira frá november í fjør til oktober í ár enn frá november í 2023 til oktober 2024.

Seks lond keypa fiskavørur fyri meira enn eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Eitt teirra er Russland.

Føroyar útfluttu fyri 114,2 milliónir til Russlands í oktober í ár.

Útflutningurin til USA var 138,9 mió.krónur í oktober. 

Føroyar útfluttu fyri 13,2 milliardir krónur frá november 2024 til oktober 2025. 

Tað eru góðar 750 milliónir krónur meira enn frá november 2023 til oktober 2024 skrivar Hagstovan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809