Fólk keypa, hóast príshækking

Fólk keypa, hóast príshækking
Hóast príshækkingar seinastu árini, síggja handlarnir onga broyting í keypsmynstrum ella keypsorku
Fólk setast ikki aftur av prísinum á jólum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
23.12.2025 - 19:16

Seinastu fimm árini eru matvøruprísirnar hækkaðir góð 30 prosent. Men kortini ávirkar tað ikki keypsorkuna hjá kundunum.


Fólk sum keypa inn til jóla   Mynd: Bárður Lydersen

 

Jóladøgurðin er blivin dýrari seinastu árini. Millum annað eru, eplir, frukt og grønmeti eru dýrkað við umleið 30 prosentum, flogfenaður 28 prosent. Rísinggreytur og mjólk 25 prosent og kaffi 72 prosent, sambært Hagstovuni.

 


Niels Mortensen, stjóri í SMS

Men fólk setast ikki aftur av prísinum á jólum, tí tá vilja tey hava tað sum tey eru von við, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS samtakinum.

Vit hava einki merkt til, at fólk hava hildið seg aftur vegna inflatión, heldur tvørturímóti, sigur hann.

Tað sama síggja tey í Føroya Keypssamtøku, sigur Bo Møller Hansen, marknaðarleiðari.


Gamli Bókahandil á Vaglinum

 

Heldur ikki í Gamla bókahandli í Havn hava tey merkt stórvegis broytingar í søluni vegna inflatión, sigur Oddbjørg Christiansen, stjóri í Gamla bókahandli.

Hoyr meira í innslagi í útvarpstíðindunum:

1784827

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809