- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mikkjal Thomassen uppsagdur í AIK

"AIK Fotbol hevur í dag avgjørt, at Mikkjal Thomassen umgangandi fer úr sínum leikluti sum høvuðsvenjarin hjá mansliðnum."
Soleiðis stendur í morgun skrivað á heimasíðuni hjá svenska fótbóltsfelagnum AIK. Hetta merkir við øðrum orðum, at Mikkjal Thomassen er uppsagdur.
Í tíðindaskrivinum stendur tó einki um, hví Mikkjal Thomassen er uppsagdur.
Var venjari í 55 dystum
Mikkjal Thomassen bleiv venjari í AIK á summri 2024 og hevur staðið á odda fyri felagnum í 55 dystum. Av teimum 55 dystunum vann AIK 26 undir leiðslu Mikkjal, ið merkir, at hann hevur vunnið 47 prosent av dystununum.
AIK endaði á sjeynda plássi í fjør, og av teimum 30 dystunum, so vóru 13 vunnir, níggju endaðu javnir og átta vóru taptir. Í sjálvum sær, so ljóðar hetta ikki so galið.
Frægasta ábendingin um, hví uppsøgnin kemur nú er nokk, at árið í fjør endaði sera illa, tí av teimum fimm síðstu dystunum, so vóru tríggir taptir, ein vunnir og ein endaði javnur.
Liðnum tørvar nýggjan leiðara
Við heimasíðuna hjá AIK sigur ítróttarstjórin Fredrik Söderberg, at Mikkjal kom til eitt lið, ið hevði stóran tørv á bygnaði og skipan, og tað fekk hann broytt.
"Tað endað við, at liðið tók sær søguliga um reiggj á heyst 2024. Tað skal Mikkjal hava tøkk og virðing fyri. At vit nú velja at skifta høvuðsvenjara er tí at vit halda, at liðið og felagið fer at blíva betri við einum øðurm leiðara komandi árini. Eg vil tískil takka Mikkjali so hjartaliga fyri hansara stóra tak fyri AIK."
Mikkjal takka fyri møguleikan
Mikkjal Thomassen takk eisini AIK fyri møguleikan at gerast høvuðsvenjari í svenska stórfelagnum.
"Góðu AIK-fjepparar. Stóra tøkk fyri hesa ferðina, ið vit høvdu saman. Takk fyri, at tit góvu mær møguleikan at vera partur av AIK í eina stund. Tað hevur verið ein heiður og ein ábyrgd, sum eg havi átikið mær við heilum hjarta hvørt sekund, ið eg havi verið her."
Nú fyrrverandi føroyski høvuðsvenjarin takkar eisini AIK-leiðsluni fyri møguleikan og samstarvið, ið hann hevur virðismett.
"Eg fari altíð at vera ein AIK-fjeppari saman við tykkum og bera felagið við mær í hjartanum."



























