353 fóru undir yrkisútbúgving í fjør

353 fóru undir yrkisútbúgving í fjør
Helvtin lærir til húsasmið, maskinsmið og elektrikara
Siðbundnu handverkaraútbúgvingarnar eru væl umtóktar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.01.2026 - 15:15

Framvegis er stórur áhugi fyri at taka yrkisútbúgving í Føroyum, og tey 353 fólkini, sum fóru undir útbúgving í fjør, taka 42 ymiskar útbúgvingar.

Verða allir virknir lærlingar taldir við, vóru meira enn 1250 fólk í ferð við at taka 66 ymiskar útbúgvingar í Føroyum í fjør, upplýsir Yrkisdepilin.

Seinastu 20 árini hevur tilgongdin til yrkisútbúgvingar ligið um helvtina av einum miðal árgangi.

 

(Mynd: Yrkisdepilin)

 

Seinastu átta árini hevur tilgongdin verið millum 55 og 62 prosent um árið.

Lærlingarnir, sum byrjaðu í fjør, vóru millum 15 og 54 ára gamlir. 23 prosent vóru eldri enn 25 ár.

Helvtin av lærlingunum, sum byrjaði í fjør, lærir húsasmíð, maskinsmíð og til elektrikara. 

Les meira her.

Sí hagtøl fyri yrkisútbúgvingar her. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541