Løgtingið sent Grønlandi stuðulsheilsan

Løgtingið sent Grønlandi stuðulsheilsan
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, sigur í heilsanini til Inatsisartut, at løgtingið fylgir støðuni við ekka, nú amerikanski forsetin er komin við ódámligum útsagnum
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur sent formanninum í Inatsisartut stuðulsheilsan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2026 - 14:36

Føroya Løgting hevur sent Grønlandi stuðulsheilsan.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur vegna løgtingið sent Kim Nielsen, formanni fyri Inatsisartut, bræv, har sagt verður, at løgtingið fylgir støðuni við ekka, nú amerikanski forsetin er komin við ódámligum og óhoyrdum útsagnum um at taka Kalaalit Nunaat, tað er Grønland.

- Tað er gott at hoyra og síggja tykkara politikarar og fólk við so týðiligari rødd siga bæði amerikanarum og restini av heiminum, at Kalaalit Nunaat sjálvandi er tykkara, land grønlendinga. Umfram at eingin annar hevur rætt at avgera tykkara framtíð.

 

Bestu tankar

- Í hesari so avbjóðandi tíðini vóni eg, at tit kenna styrki við at vera umgird av vinum. Vegna løgtingið sendi eg Inatsisartut og grønlendska fólkinum bestu tankar við fullum stuðli til stríðið um framtíð Grønlands, sum tit standa mitt í.

Sigur Bjørt Samuelsen í brævinum til grønlendska landstingið. Hon sigur eisini, at hon skjótt fer at senda Kim Nielsen og forsetan í Altinginum eina innbjóðing - og vónar, at tey síggja til várs.

Les alla stuðulsheilsanina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523