Sleppa kortini í skúla í nærumhvørvinum

Sleppa kortini í skúla í nærumhvørvinum
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur gingið umbønini hjá Tórshavnar kommunu a møti
Fyrireikingar eru byrjaðar at víðka um skúlan á Fløtum til næsta skúlaár, og at víðka um skúlan á Argjahamri til skúlaárið 2027/2028.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2026 - 10:53

- Børn í vesturbýnum í Havn og á Argjum sleppa í skúla í nærumhvørvinum.

Tað sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sum hevur gingið umbønini hjá Tórshavnar kommunu á møti.

Tórshavnar býráð hevur játtað 10 mió. kr. til nýggj høli til skúlarnar á Argjahamri og á Fløtum.

 

Djóni Nolsøe Joensen. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Og nú hevur Barna- og útbúgvingarmálaráðið játtað kommununi ein eykaflokk til skúlaárið 2026/2027 og tveir skúlaflokkar næsta skúlaár, 2027/2028.

Landsstýrismaðurin viðgongur, at trýstið í høvuðsstaðnum er stórt, og at broytingin í fólkaskúlalógini í fjør, um at næmingatalið í hvørjum flokki ikki eigur at vera størri enn 22, hevur gjørt støðuna truplari hjá høvuðsstaðarkommununi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13012026_Djoni_og_1__flokkur

 

Sí eisini: Skal vera óneyðugt at fara í forskúla fyri at sleppa í 1. flokk

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542