Skal vera óneyðugt at fara í forskúla fyri at sleppa í 1. flokk

Skal vera óneyðugt at fara í forskúla fyri at sleppa í 1. flokk
Foreldur í vesturbýnum í Havn og á Argjum hava savnað 400 undirskriftir til landsstýrismannin, sum tey siga ikki loysir sín part av málinum
Heidi Lava Elgeirsdóttir er býráðslimur í Tórshavnar kommunu og fyriskipari av átakinum "Rætt til fleiri skúlapláss".
 
12.01.2026 - 12:31

Øll børn eiga at hava tryggjaða atgongd til 1. flokk í nærumhvørvinum - eisini tey, sum ikki fara í forskúla.

Tað er boðskapurin hjá foreldrum í vesturbýnum í Havn og á Argjum, nú fleiri kenna seg noydd at koyra børn síni í forskúla fyri at fáa pláss til 1. flokk í nærumhvørvinum. 

- Tolið er uppi, sigur Heidi Lava Elgeirdóttir, býráðslimur í Tórshavnar kommunu, og fyriskipari av átakinum "Rætt til fleiri skúlapláss".

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12012025_Heidi_Elgeirsdottir

 

Útvarpið hevur biðið um samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, men hann er ikki tøkur fyrr enn seinnapartin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162