Trivnaðarkanning almannakunngjørd í morgin

Trivnaðarkanning almannakunngjørd í morgin
Tað gongur rættan veg at forða strongd og happing á arbeiðsplássum, men enn er langt eftir á mál, vísir nýggj trivnaðarkanning, sum Starvsfelagið hevur latið gjørt
- Tað eru øll sløg av happing. Tað er útihýsan, tað er niðurgering, tað kann vera kyn, tað er aldur og tað eru nógv onnur sløg av happing til, og tíverri er tað enn ein stórur trupulleiki úti á almenna arbeiðsmarknaðinum, sigur Súni Selfoss
 
13.01.2026 - 18:35

Ein nýggj kanning, sum Starvsfelagið almannakunnger í morgin, vísir, at happing og strongd framvegis eru stórir trupulleikar á almenna arbeiðsmarknaðinum – hóast lítil bati sæst samanborið við undanfarin ár.

Kanningin er ein uppfylging av strongdarkanningini frá 2014 og happingarkanningini frá 2023.

Sambært formanninum í Starvsfelagnum, Súna Selfoss, er talið av teimum, sum uppliva happing, lækkað úr 20 niður í 16 prosent.

- Tølini eru tó framvegis alt ov høg, heldur Súni Selfoss.

Happingin fevnir um fleiri sløg, eitt nú útihýsan, niðurgering og happing grundað á kyn og aldur. Kanningin vísir eisini, at happing ofta fer fram millum starvsfólk, men at bæði nærmasta og ovasta leiðsla eisini eru partur av trupulleikanum – nakað, sum Starvsfelagið kallar alarmerandi.

Tá tað snýr seg um strongd, eru tølini eitt sindur betri enn áður, men arbeiðið er framvegis høvuðsorsøkin. Ov stór arbeiðsbyrða, ov nógv arbeiði og trupulleikar við at leggja arbeiðið frá sær eru høvuðsorsøkirnar.

Starvsfelagið heitir á arbeiðsgevarar og leiðslur um at taka trupulleikan í størsta álvara, betra arbeiðsumhvørvið og tryggja, at starvsfólk kunnu fara trygt og nøgd til og frá arbeiði.

Kanningin verður løgd fram fyri sáttmálapørtum, leiðslum og álitisfólkum í Lívdini í morgin klokkan 13.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum á nátturða her:

Suni_Selfoss_trivnadarkanning

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926