Olaf til norskan fótbólt

Olaf til norskan fótbólt
Olaf Bárðarson úr Víkingi hevur skift til Sandnes Ulf, sum spælir í næstbestu deildini í Noreg. Hann verður liðfelagi við landsliðsspælaran Gullbrand Øregaard
 
14.01.2026 - 12:20

Olaf Bárðarson hevur gjørt sáttmála við norska Sandnes Ulf. 22 ára gamli vongurin hevur spælt við Víkingi øll árini í føroyskum fótbólti, men hevur nú valt at royna nýggjar leiðir. Hann var í fjør í Slovakia og samráddist við FK Železiarne Podbrezová, men skifti datt nirðurfyri í evstu løtu.

Tá valdi Olaf Bárðarson at halda fram í Víkingi, men nú hevur hann tikið stigið at royna seg í útlendskum fótbólti. Hjá Víkingi hevur hann spælt á vinstra vongi. Vørumerkið hjá honum hevur verið dribblingarnar inn í vøllin og skotini við høgra beini.

Sandnes Ulf er ikki ókent í Føroyum. Felagið hevur Gullbrand Øregaard í hópinum, og Ári Mohr Jónsson hevur spælt har í tíðarskeiðnum 2018 til 2021. Fyri kortum bleiv føroyski landsliðsmálmaðurin, Mattias H. Lamhauge, seldur til Strømsgodset, ið eisini spælir í næstbestu deildini í Norra.

- Tað er eingin loyna, at vit høvdu ynskt at longt við Olaf, men vit fegnast sjálvsagt hansara vegna, og ynskja honum alt tað besta í hesum nýggja ævintýrinum. Tillukku Olaf, og minst til at dyrnar altíð eru opnar í Sarpugerði, um tú einaferð vendir heimaftur, skrivar Víkingur á Facebook.

Tað bleiv sambært Faroesoccer til 124 dystir og 36 mál í landskappingini fyri Víkingi á hesum sinni. Olaf Bárðarson verður nummar sjey hjá Sandnes Ulf.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852