Stutttíðarleiga avmarkað

Stutttíðarleiga avmarkað
Í vár fáa kommunurnar loyvi til at seta mark, dagatal, fyri, hvussu leingi bústaðir kunnu stutttíðarleigast
Tað er mlllum annað fyri at avmarka Airbnb, at lógaruppskot er gjørt um stutttíðarleigu.
 
14.01.2026 - 06:28

Í vár fáa kommunurnar loyvi til at seta mark, dagatal, fyri, hvussu leingi bústaðir kunnu stutttíðarleigast.

Tilfeingis- og Vinnumálaráðið hevur gjørt lógaruppskot um stutttíðarleigu.

Tað er sent til hoyringar.

Tilfeingis- og Vinnumálaráðið sigur, at seinastu árini er stutttíðarleiga av bústøðum til serliga útlendsk ferðafólk vorðin alt meira vanlig í Føroyum. 

Hetta ávirkar bústaðarmarknaðin og møguleikarnar hjá fólki at finna sær fastan bústað.

Stutttíðarleiga virkar lið um lið við gistingarhúsini.

Tí er eisini viðkomandi at spyrja, um kappingin er jøvn, sigur Tilfeingis- og Vinnumálaráðið.

Heimild at avmarka

Politiska málið er at geva kommunum heimild at avmarka stutttíðarleigu, til dømis gjøgnum Airbnb, fyri ognir, har útleigari ikki hevur sín fasta bústað.

Ásetir kommuna mest loyvda dagatal, kann hon frítaka summarhúsøki og líknandi frítíðarbústaðir frá ásetingunum. 

Í bústaði, har útleigari sjálvur býr, verður stutttíðarleiga framvegis loyvd uttan avmarkingar. 

Lógin fer úr gildi aftur 1. januar 2036.

Ætlanin er at leggja lógaruppskotið fyri løgtingið í vár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391