Tólv nýggir sálmar, løg og listaverk

Tólv nýggir sálmar, løg og listaverk
Til bókaverkið "Tólv árstíðarsálmar" eru tólv sálmar týddir til føroyskt, tólv nýggj løg smíðað til sálmarnar og tólv nýggj listaverk gjørd.
Útgevari: Sprotin. Umbrot: Gamla Seglhúsið
 
15.01.2026 - 13:21

Fyrst í desembur gav Sprotin út bókaverkið "Tólv árstíðarsálmar". Bókin inniheldur tólv inniligir sálmar, ein til hvønn mánað í árinum, sum kenda danska sálmaskaldið Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt.

Sálmarnir komu út á donskum í 2008, men eftir áheitan frá Lisbet Smegegaard Andersen, hevur Páll Sólstein, tónaskald og horntónleikari í Danska kongaliga sjónleikarhúsinum, smíða tólv løg til sálmarnar. Nicolina Dahl, cand.mag, hevur umsett sálmarnar til føroyskt, og síðani hava tey bæði heitt á Edward Fuglø, listamann, um at myndprýða sálmarnar. Tað hevur hann gjørt við tólv vøkrum glasmálningum. 

Tískil ber bókaverkinum við sær tólv nýggjar føroyskar týðingar, tólv nýggj løg og tólv nýggj listaverk.

Lurtið eftisamrøðu við Páll Sólstein, Nicolinu Dahl og Edward Fuglø.

 

1788498

 

Glasmálningurin "Juli" eftir Edward Fuglø úr bókini "12 árstíðarsálmar", sum Sprotin gav út.

 

 

 

Glasmálningurin "Mai", har Edward Fugkø millum annað hevur fingið íblástur frá okkara tjóðarblómu; sóljuni.  

 

Lisbeth Smedegaard Andersen hevur yrkt teir tólv sálmarnar, og Nicolina Dahl hevur týtt til føroyskt.

 

 

Í glasmálninginum "Desembur" eru stórar, myrkar klokkur, og ein lítil stjørna. 

 

Bókin "Tólv árstíðarsálmar" hevur silvurlittar síður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112