Ítróttafagnaðurin 2025 nærkast

Ítróttafagnaðurin 2025 nærkast
ÍSF skipar á hvørjum ári fyri ítróttafagnaðinum, har føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir verða heiðrað. Í ár verður Varpið í Klaksvík vertur
Hondbóltslandsliðið við kvinnum vóru Ítróttanavnið 2024, og tær hava eisini gjørt vart við seg í 2025
Mynd: Bárður Lydersen  
 
16.01.2026 - 11:10

Ítróttafagnaðurin 2025 nærkast nú av álvara. 

Ítróttasamband Føroya skipar á hvørjum ári fyri ítróttafagnaðinum, har føroysk ítróttafólk, hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir verða heiðrað. Í ár verður tiltakið í Varpinum í Klaksvík 7. februar.

 

Seks heiðurslønir skulu latast

Íðkarar, serliga úrvalsíðkarar, hava dreymar um at standa ovast á tindunum. At røkka hesum krevur hart, miðvíst arbeiði, umframt nógva tíð, orku, og stórt yvirskot. Á Ítróttafagnaðinum skulu finnast ítróttafólk ella úrvalsíðkarar til heiðurslønirnar Ítróttanavnið og Ítróttastjørnuskotið.

Stóra arbeiðið, sum fer fram í ítróttafeløgunum og sambondunum, skal eisini virðismetast, og heiðurslønin Ítróttafelagsskapurin verður latin til ein virknan felagsskap, sum ger eitt gott ítróttaligt og samfelagsligt arbeiði.

Ársins Ítróttavenjari er ein persónur, sum skapar eitt ítróttaumhvørvið, ið rúmar bæði breidd og úrval, har øll trívast saman, og har íðkararnar vilja gera sítt besta til venjing og til dystir og kappingar.

Ítróttaeldsálin er ein sjálvboðin venjari, liðleiðari, stevnuábyrgdari, nevndarlimur, samskipari ella onkur annar, ið við serligum innsatsi hevur viðvirkað til samanhaldið í sínum ítróttafelag seinasta árið. Ítróttasólstrálan er ein ungur persónur – 20 ár ella yngri – ið við sínum góða lið- og felagsanda ger sítt íkast til, at hini á liðnum ella í felagnum føla seg vælkomnan, sæddan og sum ein umráðandi part av liðnum ella felagnum.

 

Heiðurskjalið og ítróttaløtan 2025

Føroyski ítróttafjepparin sleppur eisini framat. Ítróttaløtan 2025 skal veljast, og fólk kunnu atkvøða á SONA-appini áðrenn og meðan tiltakið er.

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður latið eini eldsál, sum í eitt mannaminni hevur tænt ítróttinum á serstakan hátt.

Kringvarp Føroya sendir tiltakið beinleiðis í sjónvarpinum kl 20:00. Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

 


Umframt heiðurslønir og tónleikaframførðslur verða alskyns innsløg at síggja á Ítróttafagnaðinum 2025.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Týsdag 2. juni
Tá Washington bankar upp á í Nuuk
209189
Týsdag 2. juni
Morgunlestur týsdagur 2.juni 2026
208840
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050