Jógvan Durhuus deyður

Jógvan Durhuus deyður
Hann var løgtingsmaður í fleiri ár, og í landsstýrinum frá 1985 til 1989 var hann varaløgmaður
Jógvan Durhuus var varaløgmaður í landsstýrinum frá 1985 til 1989. Hini á myndini eru Atli Dam, løgmaður, og landsstýrisfólkini Jóngerð Purkhús, Vilhelm Johannesen, Lasse Klein og Niels Pauli Danielsen.
Mynd: Úr bókarøðini: Føroya Løgting 150 ár.  
 
19.01.2026 - 12:58

Jógvan Durhuus, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, er deyður, 87 ára gamal.

Jógvan Durhuus var fyrstu ferð valdur á ting í Norðstreymoyar valdømi fyri Tjóðveldisflokkin í 1970, og sat til 1980.

Hann kom aftur á ting í 1984.

Jógvan Durhuus var landsstýrismaður frá 1985 til 1989. Hann umsat m.a. búnaðar-, skúla-, orku- og heilsumál, og hevði tá farloyvi úr tinginum.

Hann var eisini varaløgmaður í hesum valskeiðnum.

Jógvan Durhuus var aftur løgtingsmaður frá 1994 til 2002.

Hann var limur í Útnorðurráðnum frá 1996 til 2001, og hann var formaður í ráðnum frá 1999 til 2000.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065