Uppskot um barnalóg sent til hoyringar

Uppskot um barnalóg sent til hoyringar
Í sambandi við hoyringina verður hoyringarfundur, har høvi verður at fáa nærri kunning um uppskotið og koma við viðmerkingum og spurningum.
Nýggja Barnalógin skal koma í gildi 1. januar 2028. (Savnsmynd)
 
19.01.2026 - 08:07

Uppskotið um Barnalóg er nú sent til hoyringar.

Endamálið við lógini, sum Barna- og Útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt, er at tryggja betri samanhang og samstarv í tænastum til børn og familjur, serliga í teimum førum, har avbjóðingarnar eru samansettar og umfata fleiri enn eitt øki. 

 

Hoyringarfundur

Í sambandi við hoyringina verður hoyringarfundur, har høvi verður at fáa nærri kunning um uppskotið og koma við viðmerkingum og spurningum.

Hoyringarfreistin er 4. februar.

Lógin skal koma í gildi 1. januar 2028.

Tvær greinar koma tó longu 1. januar 2027.

 

Familjueind

Tær siga, at ein Barna- og familjueind, sum veitir ráðgeving og stuðul til samskipan, skal stovnast.

Og landsstýrisfólkið hevur yvirskipaðu ábyrgd av Barna- og familjueindini. Landsstýrisfólkið kann áseta reglur um virki hennara.

Ein bóklingur er gjørdur um uppskotið um barnalóg. Hann er á heimasíðuni hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum.

 

Ógreitt við kostnaðinum

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið fær ikki sagt, hvussu nógv barnalógin fer at kosta.

Endamálið við lógini er ikki at byggja eina nýggja, kostnaðarmikla skipan oman á tær skipanir, sum longu eru.

Endamálið er at betra um samskipan og arbeiðshættir og brúka fakliga og fíggjarliga tilfeingið, sum longu er á barna- og ungdómsøkinum, sigur Barna- og Útbúgvingarmálaráðið. 

Uppskotið kann lesast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329