Sarita og Vár gull til DM

Sarita og Vár gull til DM
Vár G. Hansen vann 200 metur sprint, meðan Sarita Kristina Hansen fór avstað við lættvektsgullinum á 2000 metrum til DM í inniróðri leygardagin
 
25.01.2026 - 16:41

Føroysku rógvararnir vísti enn einaferð, at teir teljast millum teir bestu í ríkinum, tá kappast var um donsku meistaraheitini í inniróðri leygardagin.

Tilsamans vunnu teir 18 gullheiðursmerki, átta silvur og fimm bronsu í Gladsaxe, skrivar Róðrarsamband Føroya.

- Sigast kann ikki annað, enn at vit eiga sera nógvar raskar rógvarar, ið vit kunnu vera stolt av. Ein róðrartjóð, ið veruliga vísir, at hetta er ein stoltleiki, ið vit stríðast fyri, skrivar RSF.

 

Vár og Sarita fremstar

Vár G. Hansen og Sarita Kristina Hansen fingu eina guill í part í opnu bólkunum.

Vár G. Hansen vann sannførandi í 200 metur sprint við tíðini 0.31.00 min. góð trý sekund frammanfyri nummar tvey. Á 2000 metrum endaði hon nummar fimm.

Sarita Kristina Hansen vann gull í opna lættvektsbólkinum á 2000 metrum. Harafturat vann hon gull í 2000m í lættvekt fyri kvinnur yvir 27 ár og í 500m í lættveks fyri kvinnur yvir 27 ár. 

Harumframt fekk Sarita Kristina Hansen sonevnda DIF-medalju fyri serliga gott avrik.

 


Olympiski rógvarin Sverri Sandberg Nielsen leggur teimum ungu føroyingunum lag á til DM í inniróðri leygardagin. (Mynd: Dansk forening for rosport)

 

Føroyskt gullregn

Yvirhøvur kláraðu føroyingarnir seg sera væl. Til dømis vann Pauli Joensen 200 metur sprint fyri U19-menn, og í U17 við kvinnum vann Kristvør Kjærbo Clementsen frammanfyri Vár í Húsinum.

Samanlagt komu 33 føroysk heiðursmerki til høldar hjá bæði gentum og dreingjum í alskyns aldursbólkum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391