- Tíðindi, mentan og ítróttur
Indiana Jones fer til London

Síðst í august í 1807 gjørdi skipið Anna Maria klart til at fara av Havnini. Skipið sigldi fyri einahandilin og var stutt frammanundan komið til Føroya við ymsum vørum, korni og timbri. Nú var skipið lastað við troyggjum, hosum, turrum fiski, lýsi, o.ø, sum skuldi til Keypmannahavnar, og eisini vóru fleiri pakkar og brøv frá privatum fólkum við.
Men Anna Maria kom ongantíð til Keypmannahavnar.
Manningin á Onnu Mariu var óvitandi um, at um somu tíð hevði bretski herflotin beina kós at bumba Keypmannahavn.
Tann 2. september í 1807 rennur Anna Maria seg beint í bretska herskipið HMS Defense og verður tikið. Skip, manning og last verða førd til London. Manningin verður latin leys, men skipið og lastin verða seld á uppboðssølu.
Gloymdu pakkarnar í London
Av onkrari orsøk enda fimm pakkar, øll almenn skjøl og privatu brøvini á eini goymslu hjá bretska herflotanum, Royal Navy, í London, og har verða tey gloymd.
212 ár seinni, í 2019, seta nakrir fornfrøðingar sær fyri at skjalfesta øll skip, sum bretar tóku frá 1795 til 1812. Í goymsluni á tjóðskjalasavninum í London lógu um 4.000 pakkar og yvir hálv millión skjøl frá hesum skipum. Í hesum arbeiði koma tey fram á fimm óopnaðar pakkar og um 200 óopnað brøv, sum vóru send úr Føroyum við Onnu Mariu.
Í 2024 vóru Kári Sólstein og Jónfinn Stenberg við, tá ið Erling Isholm og Margretha Nónklett frá Tjóðsavninum vóru í London og vóru við, tá ið pakkarnir og brøvini vóru latin upp fyri fyrstu ferð síðan 1807.
Í eina pakkanum var ein sera litføgur hondbundin føroysk troyggja, sær út sum spildurnýggj, og søgan um vøkru troyggjuna fór um allan heimin.
Í fyrstuni varð hildið, at hetta var ein troyggja til føroyska kvinnubúnan. Men í brævinum, sum lá í pakkanum saman við troyggjuni, takkar prestafrúa Landt eini kvinnu í Danmark fyri eitthvørt og gevur henni hesa 'nátttroyggjuna' í takkargávu. So talan er um eina "slim fit" nátttroyggju.
Í einum øðrum pakka vóru fýra pør av hvítum hondbundnum hosum, sum í fyrstuni vóru hildnar at vera mannfólkahosur. Men í brævinum, sum fylgdi við, stóð, at hosurnar vóru ætlaðar 'fruentimmer'. So hetta eru konufólkahosur, sum síggja út sum fyrsta dagin.
Eisini vóru klædnaprøvar og korn úr Føroyum. Kornið var sent aftur til Danmarkar sum prógv fyri, at kornið, sum føroyingar fingu, var so vánaligt.
Tíðarlummi frá ár 1807
Og so vóru um 150 óopnað brøv. Privat brøv frá føroyingum, og fleiri kend nøvn vóru ímillum. Brøv frá kommandant Løbner, Hammershaimb fúta, handelsforvalter Mørk og prestunum Landt og Niels L. Holm, bara fyri at nevna nøkur. Í brøvunum vóru fult av privatum søgum, hvussu tað gekst teimum heima, um privat viðurskifti, hvat nýggjasta slatrið var, og hvussu tað gekk í Havnini og runt um í landinum.
Ein tíðarlummi frá august 1807 – flestu brøvini skrivað beint fyri, at Anna Maria fór av Havnini.
Eisini var loggbókin hjá skiparanum á Onnu Mariu við. Loggskjøl og ein rúgva av pengaseðlum frá 1790unum og myntir frá 1653. Alt sera væl varðveitt, sum var tað pakkað niður í gjár.
Í einum brævi gremur kommandant Løbner seg um ein ávísan Poul Poulsen Nolsøe, betri kendur sum Nólsoyar Páll, sum hann hevur fingið trupulleikar av, og hvør veit, kanska liggur loggbókin hjá skiparanum á Royndini Fríðu onkustaðni í rúgvuni hjá Royal Navy?
Har eru fleri skjøl, tí tey eru eisini komin fram á skjøl frá einum øðrum skipi hja einahandlinum, Fredens Forsvar, sum eisini var í føroyasigling og varð tikið stutt eftur Onnu Mariu.
Ting taka tíð, sigur orðafelli, og tað hevur arbeiðið at kanna og granska allar lutirnar og brøvini eisini tikið.
Spennandi sendingin Anna Maria 1807, har vit hoyra søguna um tað, sum bleiv funnið í London í 2019, er í sjónvarpinum í kvøld eftir Dag og viku.
Sendingin sæst eisini her á KVF Sjón.
Her er brellbiti av sendingini, sum verður send í kvøld, 29. januar:






















