800.000 krónur til flaggskipaverkætlanir

800.000 krónur til flaggskipaverkætlanir
Fiskivinnuroyndir vóru umskipaðar í fjør, og nú verður størri dentur lagdur á vinnuligar verkætlanir um gransking, menning og nýskapan
Í ár eru settar av 1,1 millión kr. til smáar verkætlanir, sum vara eitt ár.
 
02.02.2026 - 09:44

Til ber at søkja um 800.000 kr. til ávísar fiskivinnuroyndir, sum eita flaggskipaverkætlanir, í ár.

Næsta ár og í 2028 verður ein millión um árið.

Fiskivinnuroyndir vóru umskipaðar í fjør.

Nú verður størri dentur lagdur á vinnuligar verkætlanir um gransking, menning og nýskapan, flaggskipaverkætlanir. 

Tær kunnu vera millum annað Ph.d. verkætlanir, sum eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn.

Í fjør vóru tríggjar trý ára játtanir til flaggskipaverkætlanir. 

Tað ger so, at partur av játtanini í 2026 longu er settur av til flaggskipaverkætlanir. 

Í ár eru settar av 1,1 millión kr. til smáar verkætlanir, sum vara eitt ár.

Hvør verkætlan kann fáa í mesta lagi 300.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210