Søkja eftir presti til Tvøroyrar

Søkja eftir presti til Tvøroyrar
Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. mars til 31. juli í ár
Í prestagjaldinum eru Tvøroyrar kirkja, Hvalbiar kirkja, Sandvíkar kirkja, Fámjins kirkja og bønhúsið í Øravík.
 
04.02.2026 - 08:24

Søkt verður nú eftir virkandi sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald. 

Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. mars til 31. juli í ár.

Í prestagjaldinum eru fimm gudstænastustøð, Tvøroyrar kirkja, Hvalbiar kirkja, Sandvíkar kirkja, Fámjins kirkja og bønhúsið í Øravík.

Annika Magnussen Gaard, sum hevur verið á Tvøroyri, verður nú sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við sæti í Kvívík, tí Maria Jørðdal Niclasen, sum var har, er vorðin dómpróstur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659