NSÍ heldur fram at styrkja verjupartin

NSÍ heldur fram at styrkja verjupartin
Nógv bendir á, at NSÍ ætlar sær at bjóða av í toppinum av føroyskum fótbólti í ár. Umframt Viljorm Davidsen, so hevur felagið eisini fingið Nikola Kovacevic
Karstin Joensen, formaður, og Nikola Kovacevic
Mynd: NSÍ  
 
12.02.2026 - 11:31

Runavíkingar vóru leingi fremsti avbjóðari hjá KÍ til meistaraheitið í fjør, men luftin fór úr ballónini í seinnu hálvu. Tað endaði við einum bronsuheiðursmerki. Felagið hevur tryggjað sær nakrar av størstu profilunum í føroyskum fótbólti, og tað er ongin ivi um, at málið er at verða í oddinum.

Fyrst kom Petur Knudsen heim, síðani legði Brandur Hendriksson afturat í fjør, og í ár er tað varaliðskiparin á landsliðnum, Viljormur Davidsen, ið hevur gjørt sáttmála við Løkin. Hartil eru komnir Marius K. Lindh, Mórits Heini Mortensen og Alex Freyr Elísson, meðan frágongdin telur Jasper Van Der Heyden, Lars Markmanrud, Fabian Ness, Hassou Diaby og Mikkel Elbæk Jakobsen.

NSÍ hevur skrivað sáttmála við serbiska Nikola Kovacevic. Sáttmálin við 31 ára gamla verjuspælaran er galdandi fyri kappingarárið 2026.

- Nikola er uppvaksin í serbiskum fótbólti. Hann hevur spælt við fleiri feløgum í bestu deildini í Serbia. Seinastu árini hevur hann spælt í bestu deildunum í Montenegro, Lettlandi, Libya og Indonesia. 192 sentimetra høgi serbin fer at styrkja um verjupartin hjá NSÍ. Nikola er sterkur í luftini, kroppsterkur og dugnaligur at lesa spælið, skrivar NSÍ.

Tað tykist vera breið semja um, at avbjóðingarnar hjá NSÍ hava verið í verjupartinum. Liðið skoraði eins nógv mál og KÍ í ár, men tað fóru 19 mál fleiri ígjøgnum. Nýggjur venjari hjá NSÍ er íslendingurin Sigurdur Ragnar Eyjólfsson.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Filosofiskur 3. partur
213777
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650