Varðhaldsfongslaðir í fýra vikur

Varðhaldsfongslaðir í fýra vikur
Menninir, sum eru 36 og 53 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at hava framt grovan harðskap, at hava sett eld á við vilja, og fyri rán
Føroya rættur varðhaldsfongslaði báðar menninar í fýra vikur, meðan málið verður kannað.
 
20.02.2026 - 08:45

Tveir mans vóru í grundlógaravhoyring í Føroya rætti seinnapartin í gjár varðhaldsfongslaðir í fýra vikur.

Menninir, sum eru 36 og 53 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at hava framt grovan harðskap, at hava sett eld á við vilja, og fyri rán.

Hendingin fór fram í einum sethúsum í Havn, stutt fyri klokkan seks mikukvøldið.  

Maðurin í húsunum var álopin heima hjá sær sjálvum, og var fyri ógvusligum harðskapi.

Eisini var eldur settur í, har maðurin var staddur.

Maðurin boðaði sjálvur løgregluni frá. Hann var illa fyri, og var tí sendur á Landssjúkrahúsið.

Annar av skuldsettu monnunum var handtikin í mikukvøldið og hin í gjáramorgunin.

Grundlógaravhoyringi var fyri afturlatnum hurðum. 

Báðir skuldsettu menninir nokta seg sekar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342