Ásetur nýggjan altjóða toll

Ásetur nýggjan altjóða toll
Amerikanski forsetin, Donald Trump, leggur nú 10 prosent toll á allan innflutning til USA
 
21.02.2026 - 10:13

Tað kunngjørdi Trump, forseti, á tíðindafundi í Hvítu húsunum í gjárkvøldið, eftir at hægsti rættur í USA í gjár staðfesti, at revsitollurin, sum Trump setti í gildi í fjør, er óheimilaður. Heimildin til nýggja tollin hjá Trump, forseta, er, sambært Trump sjálvum, í eini lóg frá 1974, sum nú skal brúkast sum grundarlag.

Í gjár staðfesti hægsti rættur, at revsitollurin, sum Trump, forseti, í august í fjør legði á meira enn 70 lond, er óheimilaður, sambært lógini frá 1977, sum amerikanski forsetin tá brúkti sum grundarlag undir avgerðini. Revsitollurin var ásettur uttanum kongressina, sum vanliga ásetur tollbroytingar. 

Amerikanski forsetin brúkti tá lógina, International Emergency Powers Act, sum er frá 1977 sum grundarlag, - ein lóg, sum vanliga verður brúkt, tá ið búskaparkreppa er, sambært Reuters.

- Nú fari eg ein anna veg, segði ein firtin Trump á tíðindafundinum í Hvítu húsunum í gjárkvøldið,  helst tann vegin, sum eg skuldi farið beinanvegin. Men eg dugi sera væl at lesa málið, sum heilt vist var í samsvari við okkara ætlanir. Men nú fari eg tann vegin, eg kundi farið av fyrstan tíð, sum er enn betri enn okkara upprunaliga val, segði Trump, forseti, m.a. á tíðindafundinum.

Men sambært lógini, sum nýggju tollætlanirnar byggja á, eru tollásetingarnar bert galdandi í 150 dagar, skrivar AP tíðindastovan.
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454