Selja lonir í Hoydølum

Selja lonir í Hoydølum
Lonirnar vóru settar upp til skúlabrúks í 2014
Lonirnar skulu vera tiknar niður og fluttar av økinum í seinasta lagi 1. mai.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.03.2026 - 08:41

Landsverk selur nú fýra lonir sunnan fyri gamla studentaskúlan í Hoydølum.

Lonirnar vóru settar upp til skúlabrúks í 2014.

Tær vóru keyptar brúktar av Giljanesi.

Tey, sum ætla sær at keypa, skulu keypa allar fýra lonirnar.

Lonirnar eru sum tvær skúlastovur við duri, vesi og vaskirúmi í miðjuni. 

 

Lítið og einki virksemi

Seinastu árini hevur lítið og einki virksemi verið í lonunum. 

Allir lutir, sum eru eftir í lonunum sýnsdagin, sum er í morgin 3. mars, eru partar av søluni. 

Freistin at bjóða er 11. mars kl.14.00.

Lonirnar skulu vera tiknar niður og fluttar av økinum í seinasta lagi 1. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328