FMA 2026: Ása átti ársins tekst

FMA 2026: Ása átti ársins tekst
Ársins tekstur var "Ein aftrat" hjá nýggja spíranum Ásu Helenu Brynjarsdóttir, ið spælir undir navninum ASA
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.03.2026 - 20:45

"Eina aftrat" eftir Ásu Helenu Brynjarsdóttir er ársins tekstur. Tað hevur dómsnevndin til FMA avgjørt. 

Teksturin vann á "Kærleikin" eftir Elinborg Pálsdóttir, "Summar nætur" eftir Lyon Hansen, "The Benefactor" eftir Jón Klæmint Hofgaard og "Patio" eftir Marionnu W. Nagata. 

Tað var ein rørd Ása Helena Brynjarsdóttir, ið tók ímóti heiðurslønini. 

"Eg  var max pressað, tá eg skrivaði tekstin, tí eg sat inni á lærarakóntórinum á Glasi, tá eg skrivaði hann," greiddi hon frá. 

Ein aftrat
Ása Helan Brynjarsdóttir

Svara telefonin tá eg ringi til tín,
vil bara hoyra málið, nú hon skjótt nærkast trý
Er kvøldið av, er náttin ung?
Vildi bara vita, um nakað er komið upp, eri eg beint her
 
Gangi runt og samli fløskur,
nú tú aftur trýr tú ikki dettur útí aftur,
um tú fært tær eina lítla, og eina aftrat,
bara eina aftrat

Fimmogfjøruti minuttir síðan tú var online
Hvussu longi skal eg bíða inntil at tú kemur heim?
Er kvøldið av, er náttin ung?

Vildi bara vita um nakað er komið upp,
standi eg her, eg havi ongan skund

Gangi runt og samli fløskur,
nú tú aftur trýr tú ikki dettur útí aftur,
um tú fært tær eina lítla, og eina aftrat,
bara eina aftrat, bara eina aftrat

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655