FMA2026: Tunghoyrt er ársins spíri

FMA2026: Tunghoyrt er ársins spíri
Rokkurin hevur av álvara gjørt ein endurinnrás á føroyska tónleikapallin í 2025 við bólkinum Tunghoyrt, sum debuteraði á Sement. Bólkurin er eisini ársins spíri
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré  
 
06.03.2026 - 20:10

Um vit fara at minnast 2025 fyri nakað, so verður tað spennandi spírar, tí tey 

Sjáldan hava tilnevningar til "Ársins spíra" á FMA verið sterkari enn í ár.

Kalas, Tøgn, Hoym, Ronja og Tunghoyrt hava øll uppiborið heiðurin. 

 

Tunghoyrt vann

Tað gjørdist rokkbólkurin Tunghoyrt, ið fekk heiðurin, og tað er væl uppborið. 

Ungu menninir lupu bókstaviliga inn á føroyska tónleikapallin til Sement-finaluna, tá forsangarin, Jóni Strøm, kom flúgvandi av aðru hædd í Reinsarínum og niður á pallin. 

Tunghoyrt.jpg

Frítekst tagging: 

 

Síðan hava teir fýra, Jón Strøm (sang), Helge Marius Greve (gittar), Erik Reynheim (bass) og Bjarki Jakobsen (trummur), havt speedaran í botn.

Teir vunnu sær luttøku á Spot festivalinum í gjøgnum Sement, og G! festivalurin bókaði teir at spæla á festivalinum, sum endaði við einari minniligar opniskonsert á festivalinum. Og herfyri útgav Tunghoyrt sína debut-EP, "Ójó". 

Fyri alt hetta, so bleiv Tunghoyrt, væl uppiborið, kosin ársins spíri á FMA í kvøld.

 

Beinleiðis úr Studio 5

Tunghoyrt hevur eisini verið nógv at hoyrt í fjølmiðlunum, eitt nú í sendingini Beinleiðis úr Studio 5 hjá Rúna Jákupssyni. 

Tað spurdist ein sera framúrskarandi live framførslan burturúr. 


Mynd: Bárður Lydersen

 

HOYR EISINI: Beinleiðis úr Studio 5 - Tunghoyrt

 

Og so vóru teir fýra í Tunghoyrt eisini gestir í sendingini LEITISSTEIN, í sambandi við, at teir útgóvu "Ójó".

 

1794963

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
211366
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331