FMA2026: Fólkið fagnaði Tøgn

FMA2026: Fólkið fagnaði Tøgn
Fyrr í vikuni bleiv "Kamarið" hjá Tøgn valdur til Ársins útvarpshitt í Kringvarpi Føroya, og í gjárkvøldið valdu áhoyrarar Tøgn sum ársins navn
Benir, Bárður og Jónas. Troest Rasmussen, Petersen og Gaard. Teir manna Tøgn saman við Filipi Zachariassen, ið er nýggjur í bólkinum. Tøgn fekk áhoyraravirðislønina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.03.2026 - 09:34

Onkuntíð skal ein bara lata fólkið tala - ikki altíð, men onkuntíð. 

Tað gjørdu fólkið á G! festivalinum í summar, tá Beinir framførdi sangin "Kamarið" á Sandinum saman við Bárði Petersen og Jónasi Gaard.

Allur Sandurin sang við, tá sera vakri poppsangurin bleiv framførdur av nýggja føroyska superbólkinum Tøgn. 

Fólkið hevði tikið "Kamarið" til sín, og fólkið hevur eisini tikið Tøgn til sín. Síðani fólkið hevur tikið Tøgn til sín, so hevur Tøgn eisini tikið Filip Zachariassen til sín, tí hann er nýggjur maður í bólkinum. 

 

Beinir á Sandinum á G! 2025, tá hann eisini framførdi "Kamarið" hjá Tøgn saman við Bárði Petersen og Jónasi Gaard 

 

Ársins áhoyraravirðisløn. 

At Tøgn fólkið hevur tikið Tøgn til sín bleiv eisini staðfest við sjeytummaseymi til FMA í gjárkvøldið.

Umframt at "Kamarið" vann heiðurin sum Ársins útvarpshitt í atkvøðugreiðslu á heimasíðu Kringvarpsins fyrr í vikuni, so vann Tøgn Ársins áhoyraravirðisløn. Tað vóru áhoyrarar, ið bestemmaðu vinnarar umvegis Sona-appina hjá Føroya Tele. Beinir vann einsamallur heiðurin til FMA í fjør. 

Tað er í grundini ikki so undarligt, at Tøgn er vorðin so væl umtóktur, tí talan er um ein superbólk. Í tónleika talu, so merkir tað, at bólkurin er mannaður við fólki, sum eisini eru kend úr øðrum samanhangum. Bæði Beinir og Jónas spæla eisini undir egnum navni. 

"Kamarið" hjá Tøgn vann tó ikki FMA-heiðurin sum ársins sangur, tí tann heiður hevði dómsnevndi valt at lata "Cake (Baddies Edition)" hjá jazzygold.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558