Bjargaðu sær eftir svartan fyrra hálvleik

Bjargaðu sær eftir svartan fyrra hálvleik
Eftir ein svartan fyrra hálvleik, har hvørki álop ella verja riggaði, spældu føroysku hondbóltskvinnurnar seg somikið nær Portugal, at tær hóast tap varðveittu fyrimunin
 
08.03.2026 - 19:12

Tá dysturin byrjaði í Porto, droymdu føroysku spælararnir um at at taka stórt fet ímóti EM-endaspælinum við sigri á Portugal.

Tá dysturin var liðugur, kundu tær bara fegnast um, at fyrimunurin, sum tær vunnu sær við sigrinum við Tjarnir mikukvøldið, framvegis var í teirra hondum.

 

Svart fyri steðgin

Tí føroyska liðið, sum als ikki spældi sítt besta spæl á heimavølli, var púra punkterað í Porto. Fyrri hálvleikur man vera ein hin vánaligasti, sum føroysku kvinnurnar hava spælt í nógv ár. 

Álopsspælið, sum vanliga er vørumerkið, sat heldur ikki hesa ferð, sum tað plagar, men hóast tað komu Føroyar javnt og samt til kjansir. Trupulleikin var bara, at úrtøkan var syndarliga vánalig.

Hagtølini vísa, at fáir av spælarunum skoraðu meir enn helvtina av sínum royndum - og tá telur seinni hálvleikur, sum hóast alt var munandi betri, við í roknistykkinum.

 

Annika og Brynhild vendu gongdini

Rakul Wardum var stórspælandi við Tjarnir, tá Føroyar vunnu við fýra málum mikukvøldið, men tá Annika Fríðheim Petersen kom inn í málið í steðginum í Porto, var støðan 13-8.

Skiftið í málinum var við til at venda dystinum. Annika Fríðheim Petersen tók nøkur skot beinanvegin, og endaliga uppteljingin gav henni eitt bjargingarprosent upp á 40.

Var hon avgerandi munurin í verjuspælinum, var Brynhild Pálsdóttir tað í álopinum. Allir hinir vengurnir høvdu brent um kapp, men hon skoraði upp á sín fyrsta kjans, og endaði á fimm málum upp á seks skot. 

 

Rakk næasta til sigurs

Hetta hjálpti øllum liðnum. Verjan hjálpi málverjanum, meðan bakspælararnir komu við aftur í dystin. Til dømis Súna Krossteig Hansen, sum eitt nú skoraðu við flottum undirhondsskoti í longra horn av høgra bakki, og Jana Mittún sum vísti vegin í kontraspælinum.

Eina løtu var eisini um reppi, at Føroyar komu upp á javnt, men tí royndini steðgaði Jessica Ferreira í málinum hjá Portugal. Fyrst bjargaði hon brotskasti frá Súni Krossteig Hansen, og lítla løtu seinni tók hon eitt hart skot frá Janu Mittún.

Tíðin gekk, og siðstu løtuna snúði tað seg um, at tapa við trimum ella færri. At tað eydnaðist ger, at Føroyar hava fyrimun, skuldu tær enda ójavnt við Portugal, tá síðstu tvey umførini eru spæld.

 

Alt kann henda

Teir báðir dystirnir, sum eftir eru, eru á heimavølli ímóti Íslandi 8. apríl og í Montenegro fýra dagar seinni. Montenegro smurdi Ísland av í dag, og eru fremst við seks stigum.

Føroyar og Portugal hava fýra stig í part, men Føroyar eru betri í innanhýsis málmuninum, og Ísland hevur framvegis tvey stig. Tí kann alt framvegis henda, og heimadysturin ímóti grannatjóðini líkist nú eini lyklauppgerð.

 

Centro de Desportos e Congresso de Matosinhos (EM-undankapping)

Portugal - Føroyar, 25-23 (13-8)

Føroysku málskjúttarnir: Brynhild Pálsdóttir 6, Pernille Brandenborg 5, Súna Krossteig Hansen 4, Jana Mittún 3, Anna Elisabeth H. Weyhe 2, Rannvá Olsen 2, Elsa Egholm 1, Lív B. Zachariasen 1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. apríl
Vikuskiftið 10 apríl 2026
206890
Fríggjadag 10. apríl
LEITISSTEIN 10.04.2026 (Guðrið Hansdóttir)
206883
Fríggjadag 10. apríl
RagnarRokk: John Macko um Zero-Point Machine
206871
Fríggjadag 10. apríl
Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
206862
Fríggjadag 10. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 10.apríl 2026
206585
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873
Hósdag 9. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
206843